Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Stoltleiki Bretlands!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  05.02.2018 - 23:11 Poddar Tíðindi

Ja, einaferð hoyrdi "stoltleiki breta" heima í Klaksvík. Og tað var í teimum góðu gomlu døgunum, tá einasta farleiðin millum Klaksvík og Tórshavn (og hin vegin eisini) var við ferðamannaskipinum Britons Pride. Gamli Smyril og gamla Ritan vitjaðu eisini á Norðoyastevnu, og onkuntíð um summarið. Og tú kundi somuleiðis ferðast til Havnar við gamla Tjaldrinum, sum vitjaði á Klaksvík fjúrtanda hvønn dag í vetrarhálvuni. Føroyingar valdu at týða eingilska navnið "Britons Pride" sum "stoltleiki Bretlands". Men hetta er helst eitt mistak, tí so skuldi navnið verið skrivað Britains Pride.

Ein “briton” er ein íbúgvi í Bretlandi - altso, ein breti. Men hvussu var ella ikki, so stóðst mangur stuttleiki av hesum, millum bretsk vitjandi, at Stoltleiki breta ella Stoltleiki Bretlands var ein gomul ússalig danga, sum ristist og skalv allan vegin úr Havn til Klaksvíkar. Uttan mun til hvat tey vitjandu annars hildu um Stoltleika breta, so hildu vit í Klaksvík at Britons Pride var eitt vælaskip og eitt frálíkt sjóskip, sum fór mangan brattan um Mjóvanes og Nev og Nabb. Og Pride, sum vit vannliga nevndu stoltleika breta, var til at líta á, og sigldi bara aftur og fram - eisini í Eysturoynna - uttan nakað roks og dikkedar.

Skiparin, sum førdi hana tey mongu seinastu árini, var eisini tiltikin fyri at vera stundisligur, tá hann legði frá landi í Klaksvík og í Havn. Var tað rættiliga illveðursligt, so blivu øll rikin av dekkinum og niður í lugarið har frammi. Tey flestu fóru niðurundir við ringum tannabiti, tí har kundi vera trongligt, vánalig luft og nógvur hiti frá kabyssuni. Men spýggjubakkum var nóg mikið av! Vit sjóverkskíkar krøktu okkum heldur afturundir onkustaðnis ella undir hvalabakinum.

Seinni fekk Pride ein skúr aftanfyri stýrhúsið. Tað var eitt framstig! Har kundu tú sita mestsum turrur allan vegin, um tað breyt í bæði borð. Tað er, um tú eisini krøkti beinini uppundir teg. Og har ristist so illa afturi á hekkuni, at um tú hevði gøllhildið tær allan vegin fyri at verða sitandi í øllum rullinum, so høvdu ristingarnar kortini mýkt hvønn vødd, og tú steig kortini hvíldur uppá land. Britons Pride sigldi í fastari rutusigling frá 1935 - 1961, tá luxusleinarin nýggi Pride fór at sigla.

Tá bleiv tað næstan ein frægd at fara um Mjóvanes, uttan mun til hvussu eysturættirnar annars tíggjaðu sær, og tú komst turrskøddur í havn. Men klaksvíkingum dámdu kanska gamlar dangur? Einaferð eg arbeiddi á bedingini legði gamli Vesturleið, ið hevði røkt siglingina millum Havnina og Vágoynna, at brúnni niðanfyri Timburhúsið. Formennirnir báðir fóru umborð, og gingu aftur og fram eftir dekkinum, saman við Gardarsmonnunum, ið høvdu keypt bátin.

Vit vóru sjálvandi forvitnir og vildu hava at vita, hvat Gardarsmennir skuldu við hesum gomlu vágadanguni. Og formaðurin greiddi okkum frá, at ætlanin var at flyta kappan (niðurgongdina til lugarið) so langt fram sum til bar, ella heilt at koyra hann burtur, og at lastalúkan skuldi javnast við dekkið, soleiðis at til bar at seta einar fýra fimm bilar á dekkið. Eisini skuldu teir gera ein krana, sum kundi lossa bilarnar umborð og í land aftur!

Tá helt ein av teimum gomlu timburmonnum fyri (hesin gamli hevur tá helst verið yngri enn eg eri í dag!), at tann sum fyrst var komin á Borðoynna við einum bili, mundi ikki hava nakran skund at fara av aftur oynni við bilinum! Hinir mennirnir vóru púra samdir við honum. Var ein bilur endiliga komin til Klaksvíkar, so fór man ikki avstað aftur við honum, Noy! Millum tey gitnastu orðini, ið Storm P. verður sagdur at hava sagt, men sum hann hvørki hevur sagt ella skrivað, eru hesi: “Tað er torført at spáa, serliga um framtíðina!” Uttan mun til um tey lærdu hava rætt, tá tey siga, at Storm P. aldrin hevur sagt hesi orðini, ella ikki, so er tað so satt, sum tað er sagt - at tað er torført at spáa, og serliga um framtíðina.

Nýggi Pride avloysti gamla Pride, Ternurnar og Dúgvan avloystu Gardar, og Uppsalabøur hevur nú avloyst Pollin sum innkomu til Klaksvíkar. Teir elstu á bedingini tá høvdu hildið, at tað er um ikki lygn, so gandur! Og Guð viti hvat tað næsta verður? Tað duga vit líka so illa at ímynda okkum í dag, sum teir dugdu fyri umleið hálvthundrað ella fleiri árum síðani!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Birita spyr um leið 401
Føroya Banki eitur nú Bankivik í Grønlan…
Lív í Spinnarínum
Javnaðar­flokku­rin ivasamt forhold til ve…
Marius DC spýtir rím á G!
Talgilt tilboð til ferðandi í Havn
SMS'a til Komið øll við
Karl: Vit hava avtala fund við Føroya Bj…
Nýggj bilasøla sær dagsins ljós
Svar til KVF
Countrystjörnan Hallur Joensen kemur á G…
Jóla­trøini
Býráðið kroystir Föroya Bjór við óaksept…
Kósavirkið virkað í 15 ár uttan steðg
Avgerð tikin um at fara til samráðingar…
2 x Svensson í Gallarí Á Stongunum
Sjúrður tryggjað fígging til sjósavn, fi…
Okkurt Jólapiss á loftinum í Spinnarínum
Kommunustýrið í Kunoyar kommunu hevur s…
Kaffisølan hjá KÍ gav 125.000 krónur í 2…