Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókin “Todi” løgd fram í Klaksvík og í Havn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.11.2025 - 17:55 Ítrottur Tíðindi

Bókin “Todi” hjá Sólvit Nolsø verður løgd fram mikukvøldið 5. november á Skúlatrøð í Klaksvík og hóskvøldið 6. november í Perluni í Havn.

 

 

Bæði tiltøkini byrja kl. 19:30.

Bókin er eitt úrslit av samstarvi og samrøðum millum høvundan og Toda, har Todi rør afturá eina yrkisleið í fótbólti, sum byrjaði í 1989 í KÍ og endaði aftur í KÍ í 2009. Umframt KÍ spældi Todi í hesum 20-ára tíðarskeiðinum eisini í B36, Lyngby, FC København, Start og nakrar dystir í Fremad Amager.

Í føroyskum høpi hevur Todi havt eina framúrskarandi yrkisleið við fleiri meistaraheitum og steypasigrum í skjáttuni. Nógvu sigrarnir eru sjálvandi viðgjørdir í bókini, men endamálið er fyrst og fremst at fara afturum sigrarnar og niðurløgini og greiða frá tí, sum fer fram, har almenningurin ikki hevur atgongd.

Hvussu tað var at vera ungur í Klaksvík, tá kreppan fór at gera um seg í níti-árunum. Hvussu tað var at skifta til B36 í 1993, tá tað var óvanligt at skifta feløg í Føroyum. Hvussu tað var at fara niður til Danmarkar av sínum eintingum, og hvat tað kravdi av einum at hevja seg í einum náðileysum umhvørvi, sum bara virðismetir sigrar. Nógvu skaðarnir, steðgurin á landsliðnum og so framvegis. Tað mesta er vent, snarað og sagt frá í bókini.

Á framløgunum leggur høvundurin út við at siga frá bókini. Eftirfylgjandi er eitt prát við Toda og Sólvit, har Leivur Frederiksen setir spurningar.

Hans Andrias framførir á tiltakinum í Klaksvík og Erla Bech Nolsø í Havn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Lýsing