Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kirkjuráðsval í morgin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.11.2025 - 09:47 Mentan Tíðindi

Kirkjuráðsval verður í morgin, týsdagin 4. november. Men hvørjar uppgávur og ábyrgd hevur kirkjuráðið og hvørji eru á valevnislistunum?

 

Uppgávan hjá kirkjuráðum

Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni. Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjusóknini og hevur ábyrgd av fíggjar- og fyrisitingarviðurskiftunum. Uppgávan hjá kirkjuráðslimum er tí at taka sær av dagliga rakstrinum av kirkjuni, so bygningurin er í góðum standi. Ráðini skulu skapa kirkjuni bestu kor fyri lívi og vøkstri.

 

Harumframt skulu kirkjuráð

  • kalla fólk til tænastuna sum kirkjutænarar: deknur, urguleikari og klokkari
  • hava eftirlit við at økið rundan um kirkjuna er tignarligt
  • taka sær av tí praktiska við atliti at sosialari samveru (kaffi + kaka/matur)
  • áseta klokkutíðina fyri gudstænastuni sunnu- og halgidagar
  • áseta dagin, tá ið tey ungu verða fermd
  • góðkenna ta kirkjuligu skipanina (liturgi), ið nýtt verður á staðnum
  • avgera talvudagarnar, um ella tá ið samlað verður inn undir gudstænastuni
  • velja 4 limir í Próstadømisráðið og ein lim í Føroya Stiftsstjórn
  • velja sóknarprest/dómpróst og biskup
  • vera virkin samstarvspartnari hjá presti / dómprósti / biskupi og Mentamálaráðnum, t.d. umvegis Felagið fyri Kirkjuráðslimir.

 


Valið fer fram í kjallaranum í Christianskirkjuni frá kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Valrætt hava øll í Klaksvíkar sókn, ið eru yvir 18 ár og limir í fólkakirkjuni.

Hesi verða stillaði upp sum valevni til kirkjuráðsvalið 4. november 2025 í Klaksvíkar sókn,

  • Andras Hammer
  • Bergfríð Klakstein
  • Eliesar Lydersen
  • Hjalmar Waag Arge
  • Ingun Vágsheyg Niclasen
  • Jón Egholm Jacobsen
  • Kristoffur Olsen
  • Ólavur Samson
  • Petur Martin Glerfoss
  • (Nølli) Poul Nolsøe Kjølbro Linklett
  • Sigmar A. Høgnesen
  • Súsanna Lydersen


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…