Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sum forkvinna kann Sirið Stenberg ikki fella og tí verður tað antin Jóhan Christiansen ella Eirikur í Jákupsstovu sum rúka sum landsstýrismenn. Niðanfyri verður grundgivið fyri hvør tað verður

Órógv í Tinganesi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.11.2025 - 13:24 Politikkur Tíðindi

Norðlýsið skilir at trý landsstýrisfólk missa høvdið næstu tímarnar

 

Nýskipanarnevndin er á trappuni við fyrstu rationaliserings uppskotunum og Norðlýsið skilir at byrjað verður í erva, eins og Ben Arabo formaður í nýskipanarnevndini legði upp til frá byrjan. 

Seinast inn - fyrst út er eitt kent prinsipp.

Norðlýsið skilir at Umhvørvismálaráðið fer í søguna og Løgmálaráðið fær somu lagnu. Javnaðarflokkurin situr á Umhvørvismálaráðnum og Framsókn situr á Løgmálaráðnum.

So er bert Tjóðveldi eftir at missa eitt landsstýrisfólk og her hevur Liljan Weihe ávírkan á hvør situr eftir við svarta-per. Jóhan Christiansen, fiski- og samferðslurmálaráðharri baðar sær ikki júst í politsku sólveðri fyri tíðina og tí kundi tað hugsast at hann reyk, eisini tí at hann sjálvur er komin inn seinast. Men av tí at hann ikki fer í tingið eftir at hann hevur fingið sekkin, so rýkur Liljan ikki út úr tinginum - og tað mugu vit ganga útfrá at Tjóðveldi vil, tá hon hevur víst so illoyalan atburð móti Tjóðveldisleiðsluni í fleiri málum, seinast Suðuroyartunnilin og Russlandssáttmálin. 

Harvið verður tað nýkosni eiðismaðurin í Klaksvík Eirikur í Jákupsstovu, sum má víkja og fara aftur í tingið - harvið rýkur Liljan út í politiska myrkri. 

Siðani er eftir at býta "falnu" málsøkini út á tey landsstýrisfólk, sum eftir sita. 

Innan tipping finst møguleikin við hálv- og heilgarderingum. Skuldi Norðlýsið brúkt eina hálvgardering so er hon tað, at Djóni Nolsøe Joensen er í spæl at missa høvdið hjá Javnaðarflokinum heldur enn Margit Stórá. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…