Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Móðurmálskomplex! Móðurmálsmafia?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  15.02.2018 - 18:00 Bloggur Tíðindi

Ikki so sjáldan, tá eg havi skrivað okkurt í bløðunum, so ringja fólk til mín og siga: Hevði eg dugað føroyskt, so hevði eg svarað tær aftur. Ella tey siga: Hevði eg dugað at skriva, so hevði eg sent inn eina viðmerking. Onnur siga stutt og greitt: “Eg dugi ikki mítt egna móðurmál!”

Tað má sigast at vera syrgiligt, at fólk, sum hava meira av føroyskari skúlagongd enn eg, ikki tora at málbera seg skrivliga á sínum egna móðurmáli. Tí sjálvandi duga tey føroyskt, um tey eru uppvaksin í Føroyum. Øll vanlig vitandi menniskju duga sítt móðurmál! Hetta við ikki at duga at skriva málið, er eisini ofta ein umbering fyri ótta. Í fyrsta umfari óttanum fyri at dumma seg – tann óttan kenna vit øll. Og í øðrum umfari óttin fyri móðurmálsmafiuni! Hana kenna vit eisini.

Í einum lítlum samfelagi fer óttin fyri at festa nakað á blað altíð at gera seg galdandi, tí vit eru so tætt knýtt at hvørjum øðrum, og tí at tað sjáldan er heilt ókeypis og uttan fylgjur at siga sína meining. Vit kunnu stoyta grannar ella arbeiðsfelagar, tað kann kosta vinaløg og enntá arbeiðið. Men, tað kostar sanniliga eisini at tiga, tí so fáa tey freku og ósmædnu alt ov stóran frammíhjárætt. Tí tey kæra seg ikki um, hvat tað kostar at siga sína meining.

Men, í allar flestu førum kostar tað í veruleikanum lítið og onki at siga sína meining – fólk fáa kanska nakað at øsa seg um eitt stutt bil, og so er tað gloymt. Fólk flest eru nóg skilagóð til at vita, nær ein viðmerking er rættvís, viðkomandi ella ikki. Men sjálvandi dámar okkum øllum best at lesa viðmerkingar vit eru samd við. Og hvat hevði tað ikki verið “herligt”, um bløðini bara skrivaðu um tað, vit øll kunnu semjast um.

Um so er, at skúlagongd og kunnleiki til móðurmálið skuldi verið avgerðandi fyri um vit tora at fara í blekkhúsið ella ikki, so skuldi eg latið verið við at gjørt tað. Eg havi bara níggju ára skúlagongd í Føroyum. Gott nokk kann eg reypa av at hava havt 27 lærarar í føroyskum tey níggju árini, tí føstu lærararnir í føroyskum vóru tinglimir, og vit høvdu støðugt vikarar. Men, lat tað fara - hini í mínum árgangi klára seg sera væl kortini.

Øll mín framhaldandi skúlagongd er uttanfyri kongaríkið, har hvørki føroyskt, danskt ella norrønt var á skránni, og eg havi aldrin fingið eitt UG ella eitt 12-tal í nakrari lærugrein. Kortini eri eg so fekur at loyva mær tað frælsi at skriva á føroyskum. Og tað er helst tí, at eg ikki ræðist móðurmálsmafiuna! Eg havi gjøgnum árini fingið stóran stuðul og mangar góðar og konstruktivar vegleiðingar frá teimum sakligu móðurmálskønu, sum eg eri ómetaliga takksamur fyri!

Men, betonggrammatikarunum og cementprosaistunum havi eg ikki nógv til yvirs fyri – orsaka meg! Eg hugsi her um tey mongu, sum hanga seg meira í formin, enn í innihaldið – um betonggrammatikarnar og cementprosaistanar, sum onkursvegna terrorisera vannliga føroyingin, so hon/hann nóg illa tora at lata munnin upp, tá fólk eru hjástødd, tíansheldur at skriva eina viðmerking.

Tað er sjálvandi munur á kloddutum føroyskum og góðum føroyskum. Og almennum málsligum kloddafylum eiga vit nokk av. Men í longdini so er innihaldið meira umráðandi enn formurin. Um so er at formurin gerst so umráðandi, at hann køvir alt orðaskifti, so er lítið vunnið.

“Hver fugl synger med sit næb”, siga danir. Og tað er so satt, sum tað er sagt! Vit mugu hava loyvi til at siga tað, vit hava at siga, við teimum evnum vit hava. Sannleikin verður ikki sannari, bara tí hann er stavaður rætt, og vísdómurin verður ikki vísari, bara tí at mállæran er í lagi. Malsligt erkvisni eigur ikki at forða einum sunnum og fjølbroyttum orðaskifti.

Vit hava nógv at takka teimum fyri, sum vilja føroyska málinum tað besta, og sum hava gjørt føroyskt til eitt fullbúgvið modernað mál. Men, hesi somu fólkini eiga ikki at fáa loyvi til at leggja fótonglar fyri einum frælsum fjølmiðlakjaki.

Tað løgna er, at nøkur av teimum, sum ikki hætta sær at skriva ein blaðstubba, tey tora kortini væl at reisa seg upp í einari mannfjøld, og halda langar talur uttan handrit. Her er málmafian eftir øllum at døma ikki sloppin frammat enn. Í óndskapsfullum løtum havi eg onkuntíð sagt: Summi duga at skriva, onnur duga at stava, bara tey fáu duga bæði! Og at umframt at vera mállæra og rættstaving, so er móðurmálið eisini tónleikur, og kannska framum alt tónleikur!

 

ES. Hesin bloggur er rættlisin!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja