Lýsing
Lýsing

Undan Klaksvíkskappingini: NSÍ er styrkt

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.02.2018 - 15:36 Ítrottur Tíðindi

Vit hyggja eftir NSÍ undan Klaksvíkskappingini.

Leygardagin og sunnudagin verður árliga Klaksvíkskappingin, har fýra tey bestu liðini frá undanfarnu árum luttaka. Her verður hugt eftir nummar fýra í fjør, ið var NSÍ.

 

 

FM venjari

Tað sum øll helst fyrst seta í samband við NSÍ 2018 er, at felagið eftir kappingarlok í fjør fekk fatur í sonevnda FM venjaranum, Sámal Erik Hentze. Sámal Erik hevur víst seg at vera ein trygd fyri at vinna FM. Fýra ferðir hevur hann vunnið FM og hann hevur einans roynt seg fýra heil kappingarár í ''stórum'' feløgum. Hann er eisini væl dagførdur, tí seinastu tvey FM heitini eru komin seinastu tvey árini. Hann bleiv fyrsti venjarin, sum vann FM við Víkingi og tí eisini tann fyrsti, sum endurvann tað. Nú skal hann til at royna at vinna næsta FM í søgu felagsins hjá NSÍ, sum vann sítt einasta FM í 2007.

 

 

Liðið er sterkari

Sámal Erik hevur í KVF m.a. víst á, at NSÍ ongantíð hevur verið við í kappingini um FM til tað seinasta og at hetta er fyrsta málið hjá NSÍ í ár. Tað hevur hann helst rætt í, men seinastu fimm árini hevur NSÍ endað í topp 4 og seinasta ár vann felagið løgmanssteypið. Talan er um sterkari NSÍ lið enn seinastu árini. Felagið hevur ikki mist nakran leikara, sum í fjør var metur at vera í byrjunaruppstillingini og til liðið eru m.a. komnir Jóhan T. Davidsen og Øssur Dalbúð, sum NSÍ ''eigur'', men sum seinastu árini hava verið profilar í HB. Hesir vóru báðir við NSÍ í 2007. Serliga Jóhan T. Davidsen hevur verið eftirlýstir í NSÍ, tí NSÍ hevur latið ov nógv mál inn seinastu árini. NSÍ telist helst millum bestu boðini uppá ein komandi FM vinnara.

 

 

4-4-1-1 við Árna sentralt

Í venjingardystunum hava við sæð, at Sámal Erik Hentze hevur ætlanir um at gera onkrar broytingar í leiklutum hjá leikarunum, sum hava spælt við NSÍ seinastu árini. M.a. hevur Árni Frederiksberg, sum seinastu árini hevur verið kantur fyri tað mesta, í flestu venjingardystunum spælt sum hangandi álopsleikari, meðan Pól Jóhannus Justinussen er fluttur longur aftur ella út á vinstra kant. Eisini hevur Sámal Erik roynt Betuel Hansen sum hangandi álopsleikara. Øssur Dalbúð hevur fyri tað mesta verið brúktur sum høgri kantur. Einar Tróndargjógv hevur ikki verið tøkur í flestu venjingardystunum til plássið á vinstra bakki, har m.a. Jens Joensen, Andri Benjaminsen og Jann Benjaminsen hava roynt seg. Á kantunum hava Petur Knudsen og Jann Benjaminsen eisini roynt seg og hesir báðir hava í tíðarskeiðum víst gott spæl seinastu árini við málum og uppleggum. Í miðverjuni kappast Jens Joensen og Per Langgaard um plássið undir liðuni á Jóhan T. Davidsen. Eitt annað, sum vit koma at síggja frá NSÍ, er, at liðið fer at leggja meira fyri í deyðbóltsstøðunum, sum Sámal Erik fekk at rigga so væl í Víkingi. Har fara m.a. long innkøst at vera send móti Pól Jóhannus Justinussen, sum telist millum sterkastu leikararnar í deildini í slíkum støðum.

Ein møgulig uppstilling, sum tekur støðið í uppstillingum í venjingardystum higartil, um Einar Tróndargjógv er tøkur, kundi verið hendan: Símun Rógvi Hansen – Bárður J. Hansen, Jóhan T. Davidsen, Jens Joensen/Per Langgaard, Einar Tróndargjógv – Øssur Dalbúð, Karl Løkin, Betuel Hansen, Pól Jóhannus Justinussen – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen.

 

 

NSÍ møtir KÍ leygardagin kl. 15.30 í Klaksvík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld