Lýsing
Lýsing

Undan Klaksvíkskappingini: B36 funnið ungar avloysarar fyri Patrik

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.02.2018 - 11:00 Ítrottur Tíðindi

Vit hyggja eftir B36 undan Klaksvíkskappingini.

B36 endaði í fjør á 3. plássi í landskappingini og á 2. plássi í steypakappingini. Sostatt var B36 einasta liðið, sum fekk heiðursmerkið í báðum kappingunum, men tað telur sjálvsagt ikki eins nógv, tá einki steyp verður vunnið.

 

 

Venjarin fingið royndir

Í fjør var tað fyrsta árið, har Jákup á Borg var høvuðsvenjari í bestu mansdeildini. Hann stóð royndina, tí B36 kappaðist í oddinum í báðum kappingunum. Nú hevur Jákup vunnið sær týðandi royndir, sum helst fara at gagna hópinum væl í 2018. Jákup hevur helst eisini vunnið sær heiðurin sum mest álopssinnaði venjarin í føroyskum fótbólti í løtuni. Hann hevur alment sagt, at hann ynskir heldur at vinna 4-3 enn 1-0, og tað er nakað, sum áskoðarin í føroyskum fótbólti dámar væl at hoyra.

 

Meinhard og Benjamin hava verið flúgvandi

B36 hevur síðani í fjør mist sín kanska besta leikara í álopspartinum frá kappingarárinum í fjør. Patrik Johannesen skeyt 16 mál og legði upp til 10 mál. Avloysarin fyri hann er Kaimar Saag, sum hevur leikt nógvar landsdystir fyri Estland. Men skulu vit meta útfrá venjingardystunum, so vera tað tveir aðrir leikarar, sum fara at skora og leggja upp til málini, sum Patrik gjørdi í fjør. Felags fyri báðar er, at teir eru U21 landsliðsleikarar. Meinhard E. Olsen hevur skorað eina rúgvu av málum, meðan Benjamin Heinesen hevur skorað og lagt upp til nógv mál. Fær B36 so gongd á leikarar sum Kaimar Saag, Lukasz Cieslewicz og Róald Jakobsen afturat, so fer neyvan at standa á at skora mál í ár. Í verjupartinum er tilgongd av landsliðsleikaranum Jónas Tór Næs, og tað kann viðvirka til, at færri mál fara ígjøgnum, sum var ein trupulleiki í fjør. Álopskendi spælistílurin ger nokk eisini sítt til, at fleiri mál fara ígjøgnum enn hjá liðum við meira varnum spælistíli. Í fjør misti B36 sín FM møguleika fyrstu umførini, tí liðið vann ikki ein landskappingardyst fyrr enn í 6. umfari. So keðiliga byrjan fær B36 neyvan í ár og er B36 eitt gott boð uppá ein komandi FM vinnara eins og fleiri onnur feløg.

 

 

Allir kenna sín leiklut

Í B36 er tað bara Kaimar Saag, sum fer undir sítt fyrsta ár í felagnum. Sostatt kenna allir hinir felagið og teir flestu eisini sín leiklut. Trygvi Askham avloysir Tórð Thomsen í málinum og útfrá kappingarárinum í fjør, so er Trygvi ein góður avloysari, hóast Tórður sum heild var ein góður málverji í B36, har hann hevur spælt síðani 2013. Í verjuketuni tykist Alex Mellemgaard at vera komin fyri seg eftir, at skaðar hava argað seinastu árini. Fær hann eitt heilt kappingarár, so er ikki óhugsandi, at hann verður tann bakkurin í deildini, sum verður við í flest málum. B36 spælir væntandi í einari 4-3-3/4-2-3-1 leikskipan, sum liðið hevur spælt seinastu árini. Sterkasta uppstilling í løtuni, við støðið í uppstillingunum frá venjingardystunum, er møguliga hendan: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Eli F. Nielsen, Lukasz Cieslewicz – Benjamin Heinesen, Kaimar Saag, Meinhard E. Olsen.

 

 

B36 spælir í Klaksvíkskappingini leygardagin kl. 13.00 móti Víkingi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…