Lýsing
Lýsing
Lýsing

Undan Klaksvíkskappingini: Víkingur við nýggjum venjara, nýggjari leikskipan og yngri liði

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.02.2018 - 21:15 Ítrottur Tíðindi

Vit hyggja eftir Víkingi undan Klaksvíkskappingini.

Víkingur hevur vunnið FM seinastu tvey árini og frammanundan vann felagið fýra ferðir á rað løgmanssteypið. Harafturat hevur felagið regluliga vunnið seg víðari í Europa kappingum. Tí er Víkingur tað liðið í Føroyum, sum hevur avrikað best seinastu seks árini.

 

 

Maurice Ross noyddur at gera nógvar broytingar

Víkingur hevur nýggjan venjara. Talan er um skotska Maurice Ross, sum seinasta ár var venjari hjá TB/FC Suðuroy/Royn og sostatt kennir føroyskan fótbólt. Hann sleppir tó ikki at byggja sítt lið á allar FM vinnararnar í fjør, tí nærum helvtin av leikarunum í tí uppstillingini eru ikki tøkir í løtuni. Gert Hansen, Erling D. Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Sorin Anghel og Hans Pauli Samuelsen taldust millum royndastu leikararnar í Føroyum og fleiri av teimum høvdu avgerandi leiklutir í Víkingi. Fyri teir eru komnir tveir nýggir útlendingar í verjuna, meðan restin skal finnast í felagnum, har Víkingur hevur valt at geva størri leiklutir til sínar egnu ungu, sum í fjør endaðu á 2. plássi í næstbestu deildini. Harafturat hevur Maurice Ross valt at fara yvir til eina leikskipan við trimum í verjuni og í VFF Kup fekk Víkingur góð skoðsmál frá fleiri fyri leikliga avrikið.

 

 

Yngri leikarar fáa størri leiklut

Hóast Víkingur í fjør vann FM við kanska hægsta miðalaldri, sum vit hava sæð hjá einum FM vinnara í Føroyum, so sóu vit eisini fleiri leikarar fáa síni gjøgnumbrot. Elias Rasmussen fekk stóra uppgávu at avloysa Geza Turi, men eftir byrjunartrupulleikar, so spældi hann seg væl upp, meðan Gunnar Vatnhamar fekk stóran leiklut og eitt ordiligt gjøgnumbrot. Heðin Hansen hevur seinastu árini verið inn og út av liðnum, men nýggi venjarin hevur gjørt greitt, at hann sær Heðin sum ein týðandi leikara við stórari framtíð. Á høgra vongbakki hevur 20 ára gamli Elias Lervig fingið nógva spælitíð í venjingardystunum og kann vera ein av teimum ungu nýggju, sum fær nógva spælitíð í ár.

 

 

Fyrstu 11 hava framvegis FM støði

Hóast nakað av útskifting, so kann Víkingur framvegis stilla upp við einum sera sterkum og royndum liði, um allir leikararnir eru tøkir og teir báðir nýggju útlendingarnir eru góðir. Í miðverjuni hevur Gunnar Vatnhamar spælt nógv í venjingardystunum, meðan Adeshina Lawal og Filip Djordjevic vóru í álopinum í VFF Kup. Víkingur hevur realistiskan møguleika at kappast um FM í 2018, hóast hópurin hevur mist nakrar 100 dystir í royndum í mun til kappingarárið 2017, tá liðið hevði óvanliga nógvar royndir. Sterkasta uppstilling, við støðið í uppstillingunum í venjingardystunum, kundi verið hendan: Elias Rasmussen – Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Dennis Moreno – Elias Lervig, Hans Jørgen Djurhuus, Heðin Hansen, Sølvi Vatnhamar, Hanus Jacobsen – Filip Djordjevic, Adeshna Lawal. Afturat hesum koma so Andreas L. Olsen(skaddur) og Rasheed Alabi(manglandi loyvir), tá teir vera klárir, meðan leikarar sum Gert Hansen, Erling D. Jacobsen og Fróði Benjaminsen kanska ikki skulu heilt avskrivast enn til onkrar leiklutir seinni í ár, hóast teir í løtuni ikki tykjast fara at spæla.

 

 

Víkingur spælir leygardagin kl. 13.00 móti B36 í Klaksvíkskappingini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…