Lýsing
Lýsing

Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og Terje B. Vestergaard

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.04.2024 - 14:20 Mentan Tíðindi

Terje B. Vestergaard, hevur saman við Kristinu Bærendsen, júst útgivið nýggja staklagið" Har eingin eina er" sum duet.

 

Lagið er nú er tøkt á stroymingartænastum so sum  “Youtube”  "Spotify" 

https://youtu.be/0EUD_zYvCTU?si=Ew7DSaLrHylEoI_a

https://open.spotify.com/track/4Q1PfzVNx0sOhu39cO3fWN?si=Df-uPZiPQ02N77Ydmv9c8A

 

Hetta er 6. stakútgávan hjá Terja. 

Hinar útgávurnar eru, “Jól eru kærleiki og vón” 2016, “Tíðin fer” 2017, “Lívsins Rósa” 2021, “Longsul” 2021 og "Mítt fosturland" 2023

Hesi løg kunnu eisini stroymast á áðurnevndu stroymingartænastum. 

Sangurin var upprunaliga skrivaður av Mosie Lister, einum vælkendum amerikonskum gospelsangskrivara, og bleiv fyrstu ferð útgivin og gjørdur kendur, tá Elvis Presley útgav hann í 1967.

Edmund Williamson hevur umsett sangin til føroyskt.   

Terje sigur, at tankin um at útgeva sangin á føroyskum, og at fáa Kristinu at syngja duet, kom eftir at Terje hoyrdi endurútgávuna, har dóttir Elvis, Lisa syngur saman við pápanum, á einari nýggjari remix útgávu. 

Við hesari nýggju føroysku útgávuni  vóni eg, at hesin sera vakri gospel sangurin, kann gerðast til gleði og gagns milllum føroyingar.   

Tónleikur og innspæling er meistarliga samskipað og lagt til rættis av Jákup Zachariasen, og innspældur av nøkrum av okkara bestu føroysku tónleikarum. 

Óli Poulsen hevur ljóðblandað. 

 

 

 

Kreditlisti:

——————

Har eingin eina er

Orð og Lag: Mosie Lister

Týtt til føroyskt: Edmund Williamson

Duet; Terje Vestergaard & Kristina Bærendsen

Lagt til rættis og Framleitt: Jákup Zachariassen

Trummur: Josva Debes

Bass: Eyðun Johannesen

Piano & Orgul: Ola Hedén

El Guitar, Akk Guitar & Ljómborð: Jákup Zachariassen

Upptikið: JakZac-Studio

Mix & Mastering: Óli Poulsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…
Føroysk skip fáa tillutað royndarkvotu í…
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Føroysk rokksøga í KVF
Norðlysið á gøtuni
Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri
Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%
Øssur kosin ársins borgari
Aðalfundu­rin hjá Javna 2024
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð