Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur stjóri settur fyri GroAqua samtakið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.04.2025 - 17:03 Tíðindi Vinna

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at seta nýggjan stjóra fyri GroAqua samtakið.

 

Tilgongdin er nú komin á mál, og hevur nevndin gjørt avtalu við Niels Brynnum um at gerast nýggjur stjóri fyri samtakið.

Niels Brynnum er 53 ár og er ættaður úr Danmark, har hann eisini er búsitandi.

Niels Brynnum hevur drúgvar leiðsluroyndir frá fleiri viðurkendum feløgum, og hevur starvast nógv innan veitaravinnuna til alivinnuna í fleiri ymsum londum.

“Vit eru fegin um at hava funnið ein dugnaligan og royndan leiðara til at leiða samtakið frameftir. GroAqua strembar eftir at verða fremsti veitari av burðardyggum loysnum til alivinnuna, og skal nýggi stjórin tryggja at tann kósin heldur fram”, sigur Janus Thomsen, nevndarformaður í GroAqua.

Nýggi stjórin byrjar í starvinum 1. mai.

GroAqua, ið hevur høvuðssæti á Kambsdali, hevur feløg í Skotlandi, Norra og Pólandi, og selur sínar loysnir og tænastur til alifeløg í øllum norður Atlantshavi.

Bygnaðurin í samtakinum, ið telur yvir 100 starvsfólk, er skipaður við stjórum fyri hvørt land sær, umframt einum stjóra fyri samtakið.

Áður hevur samtaksstjórin eisini verið stjóri í Føroyum. Hetta verður nú broytt, og tí verður farið undir eina tilgongd at seta stjóra fyri GroAqua Føroyar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…