Lýsing
Lýsing
KÍ vann stórsigur í Vági
Tað var ongantíð nakar ivi um, at KÍ fór at vinna dystin í Vági.
Tað endaði 4-0 til KÍ, har støðan í hálvleikinum var 3-0. Tað vóru teir báðir fremstu, Páll A. Klettskarð og Patrik Johannesen, sum skoraðu tvey mál í part. KÍ var greitt betra liðið, men FC Suðuroy var eisini vandamikið og hevði eina roynd á tvørstongina eftir deyðbólt, sum tykist verða veika síðan fyri tíðina í verjustøðu hjá KÍ, og ein stóran møguleika í seinna hálvleiki, sum KÍ-málverjin stórbjargaði. Men KÍ hevði eisini stórar møguleikar at skora onnur mál.
KÍ hevur framvegis fult stigatal og fær hósdagin vitjan av TB í síðstu royndini áðrenn toppdystin í Runavík í 9. umfari.
Seinastu tíðindini