Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fípan Fagra flotað

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  25.04.2025 - 18:28 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað er vanligt at flota róðrarbátarnar á flaggdegnum.

Soleiðis var eisini hesaferð við hátiðarløtu í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Boðin varð suppa, kaffi og kakur og eisini kundi tú keypa tær ein lutaseðil.

Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag segði nøkur orð um nýggjasta bátin í flotanum, Fípan Fagra,  sum kom seint í 2024 og er nú liðugt gjørdur av røskum sjálvbodnum kreftum í felagnum, sum eru nógvar av.

Tað tekur tíð frá tí at bátasmiðurin letur bátin frá sær, til báturin er róðrarklárur, og tað er hann so nú.

Hópin av fólki var eisini komið saman at ynskja felagnum og bátunum góðan byr.

Síðani varð nýggja Fípan Fagra sjósett, signað og rógvu tey tríggjar ferðir við sólini, áðrenn tey hildu út frá saman við hinum bátunum, sum eisini heilsaðu teimum.

Hiðani verður ynskt besta eydna og gott summar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…