Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í dag kl. 15: Hugnaløta í Kirkjukjallaranum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.02.2018 - 11:43 Mentan Tíðindi

Viður og litir gerast livandi søgur

 - ein ferð inn í Jesus søgurnar hjá Edward Fuglø í Christianskirkjuni

 

Poul F. Guttesen, Ph.D í guðfrøði hugleiðir um listaverkini hjá Edward Fuglø, Jesus úr Nasaret. Marjun Lómaklett, sóknarprestur leiðir løtuna.

 

Framløgan verður gjørd við støði í bókini “Boðskapurin í trænum”, sum nýliga er útkomin.

 

Eisini verður kryddað við heimspekingum, sum umtala henda mátan at sýna listaverk uppá, har gerandislutir verða lagdir inn í listaverkið, sum kanska í annan máta hava eina serliga søgu at siga ella ein boðskap, sum í hesum føri.

 

Her eru nógvar serliga áhugaverdar eygleiðingar, Poul F. Guttesen, Ph.D í guðfrøði, hevur gjørt sær við hesum meistaraverki hjá Edward Fuglø.

 

Aftaná verður boðið til ein drekkamunn.

 

Um framløguna

Gabriel vitjar Mariu moy, barnið í krubbuni, pilturin í templinum, og maðurin, ið verður doyptur í Jordan. Hesin maður, sum mettar tey svongu, grøðir tey sjúku og stillar stormar, og at enda ikki einans gongur tungu leiðina niðan á Golgata men vinnur á deyða og fer til himmals. Myndevnini í relieffunum hjá Edward Fuglø eru bæði týðilig og væl kend. Men dvølir tú eina løtu við teimum, sært tú skjótt, at her er so nógv meir.

 

Við fikum, skyggjandi býarmyndum, nýggjuhirntum stjørnum og so mongum øðrum festir Edward sínar myndir av tilburðum í lívi Jesusar í hina stóru kristnu søguna um Gud og menniskju, um ferðina úr Eden til hitt Nýggja Jerúsalem.

 

Og júst tá tú ert drigin inn í tað stóru søguna um fall og frelsu, deyða og vón, sært tú eina gamla postalínskontakt, ein nagla, ein lykil ella eitt lás. Alt lutir úr lokalsamfelagnum, ið siga sína serstøku søgu, t.d. um tá ravmagn kom til Klaksvík, og tá sorgarleikurin rakti Skarð. Nú siga myndirnar ikki bara søgur úr gomlum døgum í fjarskotnum støðum, nú eru tær komnar nær. Nú vitjar Gabriel ikki bara Nasaret men eisini Klaksvík, nú er Skarðsbygd ikki gloymd men fær sítt pláss á leiðini út á Golgata.

 

Og áðrenn vit vita tað, eru vit sjálvi krøkt. Knappliga eru relieffini, hesi litríku relieffini úr viði, sum prýða kirkjukjallarin í Christianskirkjuni, ikki bara um ymsar tilburðir í lívinum hjá Jesusi. Nú eru vit, sum Elin og Óli á sinni, drigin inn í myndirnar. Nú eru myndirnar ikk longur bara um hitt ella hatta, nú standa vit andlit til andlit við lívsins stóru spurningar, so sum trúgv og iva, lívið her og nú, og so tað, sum møguliga liggur framman fyri og omanfyri okkum.

 

Í dag, kl. 15:00, fer Poul F. Guttesen at hugleiða um, hvussu hetta stórverkið hjá Edward í kirkjukjallaranum, ikki bara leiðir okkum inn í týdningarmiklar trúartættir, men eisini gevur okkum eitt rúm at hugsa um lívsins stóru spurningar, líkamikið hvussu vit trúgva ella ikki.

 

Og sum sagt - aftaná verður boðið til ein drekkamunn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja