Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mortan í Smæruni

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  24.02.2018 - 01:14 Myndarøð Tíðindi Vinna

Hósdagin 22. februar hugleiddi Mortan Johannesen um ungdóms- og sjólív sítt.

Mortan Johannesen er føddur 13. juli 1937 í Klaksvík. Vaks upp í Hvannasundi og eitt skeið í Tórshavn, áðrenn tey fluttu norður til aftur til Klaksvíkar í 1949.

Jákup bóndi bygdi Kaj ein trist, sum Mortan slapp at royna seg við sum smádrongur. Her legðist helst fyrsti spírin til sjólívið hjá Mortan.

Í 1948 kom Sjúrðarberg, sum Mortan fór við 1951 og fylti hann 14 ár umborð, á Kappanum. Hesin Sjúrðarberg, sum pápin Kaj førdi, var tað fyrsta fiskiskip, sum hevði radara tá – Radarin kundi síggja 12 fjórðingar, sum varð eitt stórt framstig tá.

Tað sigst at Kjølbro skal hava sagt við Kaj, sum helt at tað kundi verið skilagott við einum slíkum radara, sum tó kostaði nógvar pengar tá: “Um tú vil hava radara, so er tað tú, sum skal fiska hann inn aftur”.

Mortan kom inn á fleiri roktúrar - kom fyri, at teir fyltu bátin uppá 14 dagar - onkuntíð uppá 21 dagar. Vísti eisini á ein øgiligan fiskivilja, teir gomlu høvdu.

Onkuntíð var nógv æti í fiskinum, sum fór illa við fingrunum. Tá vóru handskar ikki uppfunnir. Hetta var eitt vidundurmiddil, sum seinni kom.

Tað bleiv arbeitt yvir evnir oftani umborð á trolarunum, men tað var bara so, og tann sum ikki kláraði tað, kundi hava ringt við at sleppa við aftur.

Fiskaðu ísfisk inn á 3 fjórðingar við trolara, sum var loyvt tá – og tað var rættiliga nógvur fiskur at fáa. Veiðan varð skipað uppí Polo og Poppy, sum so fóru á bretska marknaðin við ísfiskinum.

Týskbygdi Skálaberg, sum var oljufýrdur í mun til nógvir eldri trolarar, ið vóru kolfýrdir var eitt rættiligt framstig.

Seinni kom prát um hekkutrolara. Tí fór Mortan við Longva fyri at læra seg at arbeiða við hekkutrolara. Tað gekk væl. Teir fiskaðu í 36 dagar og 445 tons. Seinni bleiv so hekkutrolarin Sjúrðarberg kontraktaður.

Mortan greiddi nakað frá um dreymar, hann hevði styðjað seg til, eisini hjá monnum, sum vóru við, og greiddu honum frá dreymum sínum.

Nakað varð greitt frá um ta tíðina, tá ið hann keypti Sjúrðarberg, sum bleiv til Enniberg, har ringt var at fáa fígging og tvey tey fyrstu árini vóru tung, men so fór at ganga.

Mortan hevur í eitt mannaminni verið kendur sum skipari og sum reiðari, eitt starv hann hevur røkt saman við konuni Hildigunn. Mortan er sum kunnugt sonur Kaj Johannesen úr Hvannasundi og Aleksandru, og er elstur av fimm systkjum. Mortan fylgdi í fótasporum pápans sum skipari og gjørdist sum sagt seinni reiðari.

Sagt hevur verið um Mortan Johannesen, at hann sum skipari hjá Kjølbro-samtakinum skaraði hann saman við Palla hjá Mariannu framúr. Teir báðir keyptu, hvør í sínum lagi, skipini Borðoyarnes og Sjúrðarberg frá Kjølbrofyritøkuni, og byrjaðu fyri seg sjálvar.

Mortan gav Sjúrðarbergi navnið Enniberg, og byrjaði við tí tað sterka og væl rikna reiðaríið P/F Enniberg.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja