Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bjarni Hammer offur í eini samansvørjing?

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  05.03.2018 - 13:43 Politikkur Tíðindi

Mest umrødda málið í miðlunum í løtuni er málið viðvíkjandi løgtingsliminum, Bjarna Hammer, sum Sosialurin hevur avdúkað og meldað til løgregluna. Í stuttum varð sagt, at løgtingslimurin skal hava selt einum konufólki ólógligt rúsevni. Men sum Norðlýsið skilir er málið nógv meira umfatandi enn tað higartil er lýst í miðlunum.

Sjálvur hevur Bjarni Hammer víst skuldsetingarnar frá sær og segði fyri kortum við Vágaportalin, at hetta ikki var fyrstu ferð, at hann merkti ágang.

Bjarni Hammer sigur við VP, at leysasøgurnar, sum hann kallar tað, byrjaðu at ganga í november í fjør, og hann hevur alla tíðina síðani tað hildið fólk rundan um seg kunnað um støðuna.

 

Áhugavert samskifti

Sosialurin hevur alment boða frá at tey hava melda løgtingsmannin til politiið og sum skilst skal Sosialurin liggja inni við bandupptøkum, sum eftir tí sum er komið fram skal undirbyggja hesar ákærur.

Men sum skilst, so er eisini samskifti komið undan kavi, sum knýtir málið móti Bjarna Hammar, saman við arbeiði at finna semju um fiskivinnu nýskipanina í november 2017. Bjarni Hammer var sum formaður í Vinnunevndini ein lyklapersónur, og var beinleiðis orsøk til at politisku ætlanar hjá landsstýrinum, vóru nógv skerdar, og at lóggávan, sum bleiv endaliga samtykt í løgtinginum, varð lítið sambærilig við politisku ætlanirnar hjá landsstýrinum.

Hetta samskifti, sum nú er komið undan kavi knýtir persónar, sum standa aftanfyri miðlasøguna saman við persónum kring politisku skipanini í eina møguliga samansvørjing, sum hevur havt til endamáls at gera eitt ”set up” fyri at fella Bjarna Hammer.

Samskifti gongur fyri seg júst sum stríðið um nýggju fiskivinnulógina er í hæddini.

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Bjarna Hammer og Politinum, men tað hevur ikki eydnast okkum í morgun.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann Stórsteypadystin 1-0 á HB
Jákup Vilhelmsen byrjar inni hjá KÍ
Prima Facie í Miðhøllini
Vágsbotnshandilin
Hugni og gleði á Herluf's Kafé
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valræt…
Bláa bylgjan: - Vit reka fólk til dyst
Frimodt stillar ikki upp til løgtingsval…
Tænastumanna­felagið hevur havt Aðalfund
Jens Michael nýggjur kommunu­stjóri
Grandma’s Basement á Summar Festivalin
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…