Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjómansheimið er væl fyri at taka ímóti í summar

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  09.03.2018 - 14:02 Mentan Tíðindi Vinna

Tað sigur stjórin á Sjómansheiminum, Hotel Klaksvík, Jógvan Petersen. Í útgangsstøðinum, so er trupult at dríva hotell í Klaksvík. Orsøkin er, at tey flestu, sum koma hendavegin, vilja búgva í høvuðsstaðnum. Ein orsøk er helst sterka reklamuarbeiðið, ið verður gjørt frá og um høvuðsstaðin. Tað er helst eisini galdandi fyri støðuna í øðrum londum.

Men tíðirnar eru góðar júst nú og tað merkja vit eisini. Í vetur hevur verið nógv at gjørt á Sjómansheiminum, Hotell Klaksvík, tí nógv virksemið er í samfelagnum. Orsakað av byggingini av nýggjari smoltstøð á Strond, hava vit havt nógv arbeiðsfólk búgvandi. Eg rokni við, sigur Jógvan Petersen, at um tað ikki var fyri arbeiðsfólk, so høvdu vit bert havt heilt fáar gistingar í januar og februar.

Men nú koma bókingarnar inn, nú summarið nærkast. Háárstíðin hjá okkum er bert tveir mánaðir. Frá hálvum juni og til hálvan august hava vit vanliga fult hús og hinar mánaðirnar liva vit faktiskt av yvirskotinum hesar summarmánaðirnar.

Seinastu árini hava vit ný gjørt Sjómansheimið, soleiðis at vit í dag eru á einum støði ímillum tríggjar og fýra stjørnur. Vit hava 30 kømur við 70 seingjaplássum, so kapasitetinum feilar einki. Ný gerðirnar hava kosta umleið 8 milliónir krónur.

Fyri árum síðani, undir fíggjarkreppuni, góvust vit við at hava døgurða á middegi. Tó kunnu bólkar altíð fáa máltíðir, um biðið verður um tað frammanundan. Annars vísa vit á hini matstøðini úti í býnum, sigur Jógvan Petersen, stjóri á Sjómansheiminum, Hotel Klaksvík at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…