Burka og sokkar í sandalum!
Eldfima kjakið, ið júst nú verður umrøtt á tingsins røðarapalli, fær vanliga føroyingin at ressast! Líka mikið um ein er til burka ella ei!
Tosið snýr seg um forboð, hvørkið meir ella minni. Tað skal forbjóðast at ganga í burku ella niqab! Eg skal ikki her fara at greina hvat hetta eru fyri pløgg, tí tað hava løgtingsmenn og kvinnur tugt væl og virðiliga ígjøgnum (virðiliga verður skrivað við fyrivarni, í hesum føri)
Men tað, sum ikki er tugt væl ígjøgnum eru avleiðingar við hesum forboði. Og vænta vit veruliga at tað verður innrás, av burkaklæddum kvinnum og møguliga monnum, ið hava ilt í sinni? Neyvan, spyrt tú meg. Í Danmark teljast tær, ið klæða seg í burka og niqab, færri enn 100.
Viðhvørt kundi eg hugsa mær at átt eina burku. Til dømis tá eg fari til handils og skal skunda mær og eg ikki orki at tosa við nakran um barnasjúkur, seinasta hármóta (td langar fruntar, ið eisini fjala eyguni) og hvat man annars tosar um, uppiyvir frystu høsnarungunum, ið eru uppá tilboð.
Nei, bara fara inn í krambúðina, fylla vognin, gjalda við kassan og so til hús. Ongin orsøk at hugsa um makeup, hár ella hvat ein er ílatin innanundir. So deiliga praktiskt!
Men hatta er kvinnukúgan av ringastu skuffu, eru tað so nøkur, ið staðfesta. Tað er væl møguligt, men tann listin er langur og nýtist ikki at hava nakað við eina burka at gera!
Eg skal fortelja tykkum, hvat kvinnukúgan eisini kann vera: tá maðurin er í sandalum OG sokkum! Tað er kvinnukúgan, men oddsini fyri at ein slíkur maður hevur nakra kvinnu, eru lítil. So hatta heldur nokk ikki í longdini.
Kjakið snýr seg ikki um kúgan, men um at fjala andlitið og væntandi relatiónir orsaka av væntandi eygnakontakt. Har skilji eg væl ”poengið” men men, beinleiðis at seta forboð við lóg, haldi eg vera ov nógv av tí góða.
Eri sjálv av tí fatan at kvinnan ræður yvir egnum kroppi og kann klæða seg, sum hon vil. At kvinnan skal hava somu rættindir eins og maður hennara o.s.fr Eg eri við uppá alt hatta har. So kann ein spyrja, um tað so ikki er í andsøgn við at, ikki at seta hetta forboðið. Men har eri eg ósamd, kanska tí eg ikki síggi vansan í hesum og tí eg ikki trúgvi uppá at hetta verður ein trupulleiki. Naiv kanska, men eg trúgvi uppá eitt rúmligt samfelag, ið er til fyri allar bólkar – eisini menn í sandalum OG sokkum!