Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pensjónsnýskipanin tekur keypiorku frá pensjónistum

SKRIVAÐ: Bárður S. Nielsen, Formaður í Sambandsflokkinum  |  19.04.2018 - 09:02 Politikkur Tíðindaskriv

Endamálið við eini pensjónsnýskipan er at tryggja hvørjum einstøkum føroyingi eina góða pensjón, men pensjónsnýskipanin gongur øvugtan veg. Okkara sosial-liberali Sambandsflokkur kann ikki stuðla nýskipanini hjá samgonguni og Sjálvstýri, tí hon tekur keypiorku frá pensjónistum og leggur 225 milliónir í skatti á øll. Grundarupphæddin er skerd, og nýskipanin byggir m.a. á, at pensjónsaldurin skal hækka

 

Pensjónin

At síggja til sær tað gott út hjá tí einstaka pensjónistinum. Hann ella hon fær kr. 1.000 meir um mánaðin, men um hugt verður longur fram, so sæst, at pensjónin hækkar minni enn lønirnar. Hetta merkir lægri keypiorku hjá hvørjum pensjónisti, og tí verða ráð til færri mjólkapakkar, breyð og aðrar neyðugar vørur.

Tað ljóðar av nógvum, at ein pensjónistur fær kr. 1.000 meir um mánaðin. Men hvat er tað í mun til vanliga framskriving? Um vit taka dømi seinastu tvey árini, er útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkað við 235 krónum.

Við at hækka inn- og útgjaldið í Samhaldsfasta, er talan um skattahækking til borgarar og vinnu uttanfyri landskassan. Samlaða hækkingin av inngjaldinum í Samhaldsfast á 225 mió. svarar til eina øking av landsskattinum á 15%. So talan er um eina skattahækking á barnafamiljur og allar aðrar lønmóttakarar og arbeiðsgevarar.

 

Haldføri

Tað er bara eitt, sum betrar um haldføri í eini pensjónsnýskipan – tað eru pengar á bók. Við fyriliggjandi lógaruppskotið verður uppsparingin skerd, og harvið versnar haldførið..

Hetta eru fortreytirnar, ið liggja sum bulur undir nýskipanini. Demografisku framrokningarnar – saman við fíggjarligu haldførisframrokningunum – byggja á eitt ivasamt grundarlag og eru ikki eftirroknaðar av serkønum fólkum. Sostatt er als ongin trygd fyri, at haldførið verður betrað við 100-tals milliónum, sum uppáhaldið er í uppskotinum.

Hetta er sera víðfevnt, og broytingarnar hava ávirkan á hvønn einstakan borgara langt fram í tíðina. Tí eiga slíkar broytingar at verða eftirroknaðar og góðskutryggjaðar av óheftum serfrøðingum. Tað er tíverri ikki gjørt. 

Talan er um størstu peningasavnan í Føroya søgu. Tí er umráðandi, at metingarnar og útrokningargrundarlagið eru væl útgreinað, so avgerðirnar verða tiknar á einum upplýstum og røttum grundarlagi. 

Tað er óskiljandi, at ein so týðandi broyting, ið kemur at ávirka okkum øll langt fram í tíðina, ikki eru góðskutryggja av óheftum serfrøðingum.

 

Byggir á hækkandi pensjónsaldur

Málið bleiv framlagt, uttan at grundarlagið undir útrokningunum var upplýst. Síðani er komið fram, at fortreytirnar fyri betraða haldførinum í størsta mun byggja á, at pensjónsaldurin skal hækka. 

Í hesum útrokningum verður roknað við, at fyri hvørt ár, sum pensjónsaldurin hækkar, fara øll tey, sum arbeiða í pensjónsaldri í dag, at arbeiða tilsvarandi longur. Her vísa tøl í okkara grannalondum, at roknað verður við at fólk arbeiða 60-70% longur fyri hvørt ár, sum kemur afturat.

Víst er á, at roknað verður við eini betran av haldførinum uppá 690 mió. kr. í 2060. Við omanfyristandandi í huga kann ikki roknast við eini betran vegna pensjónsaldur á 389 mió. kr., men heldur er talan um umleið 160 mió. kr. 

Eisini tá ið talan er um eina haldførisbetran á 243 mió. kr. vegna javningarlógina, merkir hetta, at keypsvirðið á pensjónini lækkar við 243 mió. kr., tí pensjónin veksur minni enn lønin.

Víðari verður upplýst, at mótrokningin gevur 58 mió. ella 0,3% í 2060. Tí undrast vit á, at samgongan saman við Sjálvstýrisflokkinum heldur fast um, at grundupphæddin skal mótroknast.

 

Grundarupphæddin

Grundarupphæddin eigur at verða hækkað aftur, so hon er á sama støði, sum áðrenn sitandi samgongan skerdi hana.

Eitt av fyrstu málunum, sum sitandi samgonga samtykti, var at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini..

Skattafría grundarupphæddin er vorðin ein tryggur rættur hjá øllum okkara pensjónistum og má ikki pilkast við. Hon er ein sjálvsagdur rættur, sum ongin kann loyva sær at seta spurnartekin við. 

Grundarupphæddin eigur at vera hin sama til øll, uttan mun til inntøku annars. Hon byggir á meginregluna um, at øll eru partur av samhaldsfasta samfelagnum, har breiðastu herðar bera tyngstu byrðarnar. 

Um vit taka grundupphæddina frá teimum, sum gjøgnum arbeiðslívið hava borið mest til almenna kassan, er skjótt, at samhaldsfasta hugsjónin stendur fyri falli. 

Sambandsflokkurin, ið er ein sosial-liberalur flokkur, heldur, at um øll eiga sama grundleggjandi rætt til grundupphæddina, verður samhaldsfasta hugsanin varðveitt í øllum samfelagsløgum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari