Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ímillum sannleika og bedrag

SKRIVAÐ: Anna Joensen  |  19.04.2018 - 11:38 Lesarabrøv Tíðindi

Eftir at hava sæð sendingina í sjónvarpinum hjá Heina í Skorini hóskvøldið, siti eg eftir við fleiri ósvaraðum spurningum  enn svaraðum.  Evnið í 5. partinum í røðini “Gud signi Føroyar” var: Ímillum trúgv og vísundi. Her fáa vit  sligið fast fleiri ferðir, at menningarlæran hjá Charles Darwin er ein vísindalig væl undirbygd teori, ja eitt faktum á jøvnum føti við tyngdulógina! Har vóru eingin prógv nevnd, tí hvat nýtist okkum prógv, tá vit fingu tveir granskarar, sum eru Ph.D. í lívfrøði til at úttala seg?

Sjálvandi vita vit, at alt organiskt lív á jørðini kann broytast og tilpassa seg skiftandi umstøður, og at ein partvís menning kann henda. Tað er hetta, sum Darwin hevur prógvað. Men at lív kann uppstanda spontant úr ongum? At dýr og menniskju hava sama uppruna? At menniskja spakuliga hevur ment seg yvir milliardir av árum til tað vit eru í dag? Hetta gevur onga meining. Hetta mótsvarar ikki bert skapanarsøguni í bíbliuni, hetta stríður ímóti øllum sunnun fornufti, og er ein avnoktan av verðunleikanum. So vilt tú bert hava eina umbering  fyri ikki at trúgva uppá Gud og bíbliuna. Tað er í verðunleikanum tað, sum er tann fremsta motivatiónin aftanfyri menningarlæruna. Darwin hataði bíbliuna og Gud bíbliunar. Evolutión handlar meira um, at mótprógva Gud og bíbliuna enn um vísund!

Menningarlæran kann ikki kallast ein teori í orðsins rætta týðningi, hon er meira ein trúgv, ein myta ella ein filosofi. Vit kunnu ikki tosa um teori, tá præmissurnar ikki verða greitt defineraðar. Eitthvørt, sum hevur útviklað seg yvir milliardir av árum, er tilvildarligt og meiningsleyst! Hvør hevur nakrantíð prógvað, at lív kann koma av ongum? Hvat við tí kynsligu nøringini, hvussu kann hon hava ment seg? Hetta fingu vit ikki svar uppá í sendingini!

Gud kann ikki prógvast, varð sagt fleiri ferð, tvs. so er tað somuleiðis ein blind trúgv. Um Gud ikki kann prógvast, so eiga vit at koma við eini grundgeving, hvat vit byggja okkara trúgv á. Tey prógvini eru ikki so fá hjá kreationistunum, her svimja vit í bevísum. Vit kunnu bara vísa á skapanarverkið, og spyrja: hvussu kann alt hetta koma av ongum, uttan nakað “intelligent design”? Tað er meira ein spurningur um vilja, enn nakað annað, at síggja “fingur Guds”  í skapanarverkinum.

Kunnu evolutionistarnir á sama hátt grundgeva fyri teirra trúgv? Teirra grundgeving í sendingini var, at:  “samb. lívfrøðingum, so er menningarlæran væl og virðiliga prógvað”  - “hon er ein vísundaliga ein væl undirbygd teori – ja, tann best prógvaða av øllum yvirhøvur”. Hetta líkist meira einum pástandi. Ein útsøgn, sum byggir uppá falskar fortreytir.

Eisini fingu vit at vita, at hóvast vísindin hevur prógvað menningarlæruna, so finnast tað framvegis sterkar kreftir, sum arbeiða ímóti henni. Tá nakað, sum byggir uppá falskar præmissur verður tikið fyri givið, so verður ein skýrdur fyri at vera  óseriøsur, barnsligur og banalur, um ein ikki góðtekur hetta!

Jú víst hevur Charles Darwin havt sína ávirkan.  Hann hevur meiri enn nakar annar verið við til avkristna vesturheimin, og undirminerað álitið á Orð Guds. Tíðin fer at vísa, at evolutión var aldarinnar størsta fuppnummar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja