Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrilitarleysar hugsanir í býráðnum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  19.04.2018 - 14:14 Lesarabrøv Mentan Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi

Nógv hevur verið tosað um seinastu mongu árini, at vit í Klaksvík eru alt ov vánalig við at varðveita gomlu minnir okkara.

Tað seinasta, sum nú stendur fyri bøðlinum er bygningurin, sum eftirkomararnir hjá Christiani Magnusi á Stongunum bygdu, við Krotugrøvina. Bygningurin, ið vit síðani umleið 1947 hava kent sum smiðjuna ÍDNI.

Hóast vit hava spurt okkum fyri, bæði hjá høgum og lágum, so hava vit ikki fingið nakra góða orsøk til at bygningurin skal rívast niður. Tað nærmasta eg havi fingið at vita var, at tað var og dýrt (?) at leggja nýtt tak á eftir at stormur fyri tveimum árum síðani ella so fór avstað við partvíst rotna takinum. Takið bar boð um, at Klaksvíkar Kommuna als ikki hevur hildið bygningi við líka, síðani Kommunan keypti hann.

Síðani hevur onkur vindur blást um, at bygningurin stendur í vegin fyri ferðsluni eftir Stoksoyravegnum. Hetta er løgin orsøk. Var á staðnum í dag og tók nakrar myndir. Myndirnar vísa tíðuliga, at Ídni er ikki trupulleikin her. Fyri tað fyrsta, so stendur ÌDNI als ikki í vegin fyri vegføringini . Harafturat kann roknast við, at um vit taka Ídni burtur, so hava vit ein trupulleika longur heimi.

Brúgvin, ið er gjørd niðan úr Spaniastovu er helst brand ólóglig. Tú kanst ímyndað tær at fólk stroyma út úr Spaniastovu og niðan á asfaltið í illveðri á náttartíð um veturin. Tað er helst eitt undur, at ongin vanlukka er hend har áður. Um Ídni fer burtur, so verður framvegis trongt ímillum sunnasta horn á Lützens Húsi og útnyrðingshorninum á “tunnuvirkinum”.

Hyggur tú at myndunum niðanfyri, so sæst tíðuliga, hvussu “óførir” vit klaksvíkingar eru, tá talan er um at verja um minni okkara. Norðoya Fornminnasavn sær nærum út til at vera klárt at detta niður, tað sama er galdandi fyri ÍDNI. Norðoya Fornminnasavn er ein stovnur, ið má klára seg sjávan, ímeðan ÍDNI hevur havt og hevur allan kommunukassan aftanfyri seg.

Tá takið var farið av ÍDNI, spurdi eg, um bygningurin ikki var tryggjaður. Svarið er fekk var nei, og grundgevingin var, at kommunan átti so nógvar bygningar, at tað var bíligari at gera teir aftur, um skaði kom á, heldur enn at gjalda tryggingini pening. Í mínari verð hevur hetta verið ein háttur bara at sleppa undan at gera nakað sum helst og lata bygningin fúnast.

Klaksvíkar Býráð sum nú situr, hevur gjørt royndir við at gera økið úti í Klaksvík meira áhugavert. Ikki við at halda við líka ella at røkja umhvørvið, men við at royna seg við mentanarligum tiltøkum á økinum.

Royndirnar í býráðsregi, hava gingið sera illa, tað einasta, ið hevur virka higartil, hevur verið virksemið í gamla handlininum og í Spaniastovu, har eldsálir eru í fremstu røð. Í staðin fyri at býráðið er ígongdsetari av mentanarligum tiltøkum á økinum, átti kommunan heldur at gjørt karmarnar liviligari hjá Fornminnisavninum, Gamla Isaksen handlinum, Spaniastovu, gomlu Havnaskrivstovuni, Lützenshúsi og so fram.

Tað hevði verið ólíkað, um økið omanfyri og niðanfyri Handilsbygningin gamla bleiv gjørt sum eitt torg, og ikki minst, at gamli Nónhamar og Føroyagrunnurin eisini fingu pláss á sama øki.

Í mínari verð er tað heilt burturvið at droyma um at leggja Nónhamar heim á Sand. Sjálvandi skuldu vit hava eitt gamalt øki úti í Klaksvík, har góðar umstøður eru at síggja søgu okkara.

Ein delegatión hevur ferðast land úr landi at hyggja at hvussu okkara grannar bera seg at í fornminnismálum. Men sum Norðlýsið hevur skilt, so var eingin innan fornminnisøkið við á ferðina, møguliga er tað tí, tey eru komin til, at Nónhamar skal heim á Sand.

Nú er tíð upp á at okkara býráð ger eina ætlan fyri umhvørvið úti í Klaksvík. Vit eiga at fáa eitt sjósavn afturat Norðoya Fornminnasavni. Ymiskar eldsálir í Klaksvík liggja inni við nógvum ymiskum, ið hevði verið áhugavert sum partur av sjósavni. Gamlir motorar, gomul skipsamboð. Sendarar og móttakarar í rúgvuvís eru fingin til høldar. Millum annað alt tað, sum var í gamla Sjómansskúlanum. Sendarar og móttakarar frá gomlum trolarum og mangt mangt annað.

Í Ídni stendur framvegis farvegurin eftir av gomlu essuni. Nú gamli smiðjubygninngurin á Bedingini fór upp í royk hevði ikki verið burturvið at varðveitt eitt gamalt tænastuverkstað til okkara fiskiflota. Flestu munnu vita, at ÍDNI hevði allar Joensen & Olsen bátarnar undir sær. Uttan at eg eri vísur í tí, so havi eg hoyrt graml um, at menninir sum bygdu Ídni í 1947, vildu heldur sítt egna enn at arbeiða í smiðjuni hjá Kjølbro. Tí fingu teir eisini nógv at gera við reiðaríini, sum kappaðust við Kjølbro.

Eitt lítið tekniskt savn er eisini á privatum hondum í Klaksvík. Tí savninum verður ikki langt lív lagað, um ikki onkur tekur um endan. Jú nógv er, sum ÍDNI kundi verið brúkt til nú vit royna at vinda meira pening burturúr ferðavinnuni, ið nógv halda gerst ein munandi alternativ vinna í Føroyum.

Har eiga eisini vit at vera við.

---

Sjálvur eri eg partur av AA felagsskapinum í Klaksvík, (Anonymir Alkoholikarar) og hesin felagsskapurin heldur í løtuni til í ÍDNI.

Orsøkin til at eg havi skrivað hetta omanfyri er ikki tí, at eg stúri fyri AA felagsskapinum um vandalistarnir ríva ÍDNI niður. Nei. AA felagsskapurin hevur havt sera góðar umstøður í Klaksvík og hevur í veruleikanum verið borðin á lógvum av Klaksvíkar Kommunu, so hagani koma ongi harmaljóð.

Eri bara harmur um at Norðborg fór at gamla kajkioskin fór og at Bollafabrikkin stendur sum hon stendur.

Oliver Joensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni