Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lønarhækking og betri verja fyri arbeiðsfólk

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.05.2018 - 14:46 Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava gjørt semju um nýggjan sáttmála, sum m.a. merkir, at arbeiðsfólk fáa meiri løn, hægri viðbót fyri starvsaldur, ásetingar um órímiliga uppsøgn og sættu frívikuna. Vit fegnast um eina veruliga lønarhækking, og at feløgini hava betra sáttmálan á fleiri økjum, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunum.

Í gjárkvøldið gjørdu arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið tvey ára semju um nýggjan sáttmála, sum fær gildi frá 1. mai.  Grundlønini hækkar 6,55 kr. samanlangt fyri 2 ár. Í miðal hava arbeiðsfólk fingið eina lønarhækkan á 8,25 kr. Grundlønin verður frá 1. mei 128,94 kr og 132,24 kr frá 1. mei 2019.

Viðbøturnar fyri starvsaldur hækka eisini. Fyri 3 ára starvsaldur er hækkingin 1,25% upp í 2,5%, 5 ára starvsaldur hækkar til 3,5% , 7 ára starvaldur hækkar til 4%, 9 ára starvsaldurin hækkar til 5% og 11 ára starvsaldurin hækkar til 6,25%.

Vit eru ógvuliga fegin um at viðbøturnar fyri starvsaldurin hækka. Á henda hátt fáa vit styrkt tey, sum hava arbeitt leingi innan sítt øki. Hetta er ein lønarhækking, sum viðurkennir royndirnar og førleikarnar hjá fólki, og tað meta vit vera rætt. Eisini er týdningarmikið fyri okkum, at vit fáa eina skipan við starvsaldri, sum minnir um aðrar sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum, vísa Arbeiðarafeløgini á.

Fyri eitt arbeiðsfólk, sum hevur hægsta starvsaldur, merkir semjan eina lønarhækkan á 18.400 kr um árið í 2019 í mun til verandi sáttmála, og tað er ikki heilt galið, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunu.

 

Órímilig uppsøgn

Vit eru ótrúliga fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa ásetingar um órímiliga uppsøgn við í sáttmálan. Eisini hevði tað týdning fyri okkum at hækka viðbótina fyri skiftivaktina, sigur Georg F. Hansen, sum er formaður í Føroya Arbeiðarafelag. 

Feløgini hava í semjuni fingið ymsar ábøtur í sáttmálan. Eitt nú hava feløgini fingið rætt til sættu frívikuna, greiðari ásetingar um matarsteðgir, ásetingar um týdningin av upplæring, eftirútbúgving og skeið - og hvussu hetta verður samsýnt. Umframt hetta inniheldur semjan ymiskar aðrar ásetingar um eldrapolitikk.

 

Bussførarar og hotellsáttmálin

Umframt vanliga sáttmálan er eisini gjørd semja um bussførarasáttmálan og hotellsáttmálan. Í nýggja hotellsáttmálanum er tað serliga eftirlønin sum hækkar samsvarandi nýggju pensjónsskipanini, áseting er um tilkallivakt og um matarsteðg.

 

Arbeiðarafeløgini umboða uml. 6.500 løntakarar um alt landið.

 

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Arthur Guðjonsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag

Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja