Lýsing
Lýsing
Lýsing

Arbeiðssigur til KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  21.05.2018 - 21:38 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

(Dystarfrásøgn) Tað sum fótbóltsleikarar og venjarar mangan nevna arbeiðssigur má dagsins sigur hjá KÍ kunna bólkast undir. KÍ gjørdi akkurát nokk til at vinna á Argjum, men ikki nógv meir enn tað.

 

 

Í uppstillingini hjá KÍ var eitt navn fyri fyrstu ferð. Tað var Steinbjørn Olsen, sum fekk sín fyrsta dyst frá byrjan á besta liðnum. Hann spældi sum høgri vongur og skuldi vísa seg at fáa ein stóran leiklut.

 

KÍ betri í fyrra hálvleiki

KÍ var betra liðið í fyrra hálvleiki og Pál A. Klettskarð hevði tvær góðar støður beinanvegin. KÍ hevði munin í spælinum, hóast talan var um rímuliga javnan hálvleik. Móti endanum av hálvleikinum fekk KÍ møguleikarnar. Fyrst fekk Marko Dusak stóran møguleika eftir frísparksinnlegg frá Ronni Møller-Iversen, men beint áðrenn hálvleik kom KÍ á odda eftir stórt mistak frá AB leikara, sum skeyt bóltin til Steinbjørn Olsen, sum í seinnu royndini fekk skotið bóltin í málið.

 

AB nær við at javna

Í seinna hálvleiki koyrdi dysturin leingi uttan heilt stóru møguleikarnar. Liðini stríddust væl og megnaðu at dekka upp fyri hvørjum øðrum. Fram til 74. minutt, tá Rasmus Dan Sørensen átti at havt javnað fyri AB, tá hann eftir gott AB álop kom at standa púra leysur, men skeyt ov vánaligt, so at Kristian Joensen kundi bjargað. Júst Kristian Joensen var einaferð um reppi at geva AB ein stóran møguleika, tá hann skuldi skjóta út, men skeyt beint á ein AB leikara. KÍ avgjørdi dystin í 88. minutti, tá Jóannes Bjartalíð skeyt, Heðin Stenberg hálvbjargaði, men innskifti Aksel B. Danielsen kundi skora sítt fyrsta mál í bestu deildini. 2-0 til KÍ var endaliga úrslitið.

 

Vendin hjá KÍ?

Talan var um ein dyst, sum var spennandi til tað síðsta, har KÍ hevði munin í spæli og møguleikum, men har AB var væl við allan vegin og hevði sín heilt stóra møguleika at javna um miðjan seinna hálvleik. Tað góða fótbóltsspælið sóu vit ikki nógv av, hóast liðini ofta royndu at spæla, men úrslitini á Argjum í ár vísa, at har er ikki lætt at spæla hjá flestu liðunum. KÍ fekk ein sonevndan arbeiðssigur, har leikararnir stríddust væl fyri at fáa stigini. Hjá KÍ var talan um avgerandi sigur fyri at kunna fylgja við havnarfeløgunum, sum í løtuni vísa ræðandi støði og vinna hvønn dyst. KÍ hevði ikki vunnið síðani 22. apríl undan dystinum í dag, og so er spurningurin, um hetta var vendin, har KÍ byrjar at vinna dystir javnan aftur. Komandi tvey mótstøðuliðini eru Víkingur og B36, sum bæði vunnu móti KÍ í fyrsta triðinginum av kappingini, og tey úrslitini kunnu ikki endurtaka seg, um KÍ framhaldandi skal fylgja við báðum teimum fremstu liðunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja