Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvør skapti gott veður?

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  26.05.2018 - 09:14 Bloggur Tíðindi

Bara rólig, ætlanin er ikki at byrja eina religiøsa debatt. Men hví hava tey, sum dáma sól, fingið einarætt uppá at kalla akkurát sítt yndisveður fyri gott veður?

Orsøkin er nokk søgulig. Bøndurnir og onnur høvdu lættari uttanduraarbeiði, tá tað var sól, enn tá regnaði. Tað var lættari at koyra í hestavogni, tá moldin ikki var vát, og segl á skipi var lættari at manirera við, tá tey ikki vórðu tyngd niður av regnvatni.

Men í dag? Man sveittar sum svakur uttan yvirhøvur at flyta seg. Hóast myrkaleggingargardinur halda tað mesta av ljósinum úti, so lova tær kortini varmanum inn. Ísterningar hevur man gloymt at gera, og nú man tørvar teir, hevur man onga orku at flyta seg í hitanum. At drekka vatn hjálpir lítið, tí bæði áirnar og rørini eru heit; “kalt” vatn úr krananum er lunkað.

Ígjøgnum dagin skal man so “døja” við ljóð frá plenuklipparum, hvin frá trampolinum, ýl frá børnum við diagnosum, og við at fólk vísa sína kleimutu húð fram. Her í Føroyum eru vit lukkutíð skánað frá 50+ ára gomlum í berum yvirbelti til handils, men vit hava sanniliga okkara part av fólki, sum fer úr bæði sokkum og skóm, so skjótt termostaturin kemur upp um 10°C. 

Tá so hitin slakar nakað av, so tað er útifarandi eftir nátturðatíð, ja, so er ein uppaftur størri plága klár. Insektini. Allan veturin hava tey verðini burtur, men nú eru tey aftur. With a vengeance. Mýggjabitarnir leggja beint eftir blóðinum, flugurnar irritera sum um tær fingu pengar fyri tað, og býr man í høvuðsstaðnum, meldar Nemesis fyri Tórsvøll seg í formi av feitum vespum við vampyrismu.

Dag út og dag inn ígjøgnum summarið roynir man so at forskansa seg sum best – burtur frá sólini í einum myrkum horni. Men tá leggja kollegar og familja á teg. Tey eru farin í shorts og vísa bleikar ølvembur, sum reflektera sólstrálurnar so man verður blendaður. Nú skulu vit ÚT. Antin í mýrulendi at verða álopin av blóðtystum kyktum, ella bara ganga ein túr. Tí tað má man bara, tá tað er sól. Hóast drepandi varmin tekur alt sum eitur energi ella orku frá einum, so hevur onkur funnið uppá, at júst tað veðrið er tað besta bæði at renna og ganga í.

So út at sveitta sum besettur, uttan at ganga ella renna fram ímóti einum máli. Men man er noyddur at ganga frameftir, tí vendir man við, glíður man helst í sveittanum, sum er likin av einum. Aftaná liggur man har og biður og bønar um regn, tí so hevur man eina undanførslu fyri at vera innandura, áðrenn næsta herðindið um at muga út og taka onkran við stingur seg uppá húsfólkið. Men hægra valdið er náðileyst, líka fram til Stóri Pallur skal setast upp.

Løgið nokk, so verður summarið tikið fram sum besta tíðin at ferðast uttanlanda í. Og mest populéru ferðamálini? Ja, tað eru støð har tað er nógv heitari, fólk ganga uppaftur naknari og sveitta meira, insektini eru 5 ferðir størri og tey einastu menniskjuni man møtir, eru øðrum turistum. Harragud ikki, um summarið er so gott, hví so ikki vera her tá og heldur ferðast, tá tað er vetur?

Dámar man kava, ja, so sleppur man ikki at kalla hann fyri gott veður. Tað verður rættað eygablikkiliga. Hesin hvíti, vakri, klári kavin, sum man frívilliga vil út í, hann verður róptur ringt veður. Tað er heilt í lagi, alment accepterað, at fáa eina vetrardepressión, men vei tær, um tú ikki vilt undan fjaðrunum, tá tað er sólskin.

Og tó. Ein útvegur er. Hoyfepur! Reaktiónin uppá pollen, ið ger, at tíni eygu eru reyð, tað rennur í nøsini og høvdið er tungt, kann kanska vera bjargingin. Við at siga at tú hevur hoyfepur, sleppur tú helst at fáa pannukøkutjansin í staðin fyri at skula út at hoyggja. Hóast tú kanska ikki ert disponeraður fyri hoyfepuri, ber til at látast sum um. Trupulleikin er bara, um tit eru fleiri, tí so má kapping til, um hvør er mest ússaligur.

Hondina á hjartað: Vit sum búsettu okkum á hesum oyggjunum gjørdu tað ongantíð fyri sóltímarnar her. Hví skal so nógv orka brúkast uppá at láta sum um?

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja