Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ætlanin er, at hjálparfólkaútbúgvingin skal húsast her á Skúladeplinum í Hovi

Sjálvandi hjálparfólkaútbúgving í Suðuroy

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.06.2018 - 16:01 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Afturvendandi niðurlagið, tá okkurt er ella verður lagt í útjaðaran í Føroyum – “Tað er for langt til Suðuroyar”, “Tey kunnu tað sama fara uttanlanda” og “Tað fer at miseydnast at hava útbúgvingina har” – runga nú enn einaferð í fjølmiðlunum. Lat okkum hyggja at hesum argumentunum.

Løgmaður og Landsstýrið hava gjørt av, at nýstovnaða hjálparfólkaútbúgvingin skal staðsetast í Suðuroy. Hetta verður eisini gjørt sum liður í at menna oynna, sum øll eiga at kunna semjast um hevur stórar avbjóðingar. Men beinanvegin vóru fólk í miðstaðarøkinum frammi og mutaðu ímóti. Tað var kanska ikki so óvæntað, men at Pedagogfelagið stemmaði í og segði, at tað var eins lætt at velja at fara uttanlanda í staðin, var meira óvæntað.

Tað eru 2 tímar til Suðuroyar, tað er rætt. So tað fer at rigga illa at ferðast ímillum. Men hendan avbjóðingin er lutfalsliga løtt at loysa, við tað at næmingarnir finna sær ein bústað í Suðuroy, meðan útbúgvingin er. Bústaðarprísirnir í Suðuroy eru ein brøkpart av prísunum í Havn, og nú koma vit til “sagens kerne”: Teir eru á einum støði, sum útbúgvingingarstuðulin røkkur til at gjalda.

Tá tað kemur til bústaðarprísir, er Havnin versta staðið í landinum fyri tey lesandi at skula búgva, og so batna prísirnir so við og við, longur vit nærkast periferiini. Suðuroyggin er helst tað allarbest egnaða staðið í so máta, tí hon hevur allar fasilitetir umframt lága bústaðarleigu.

At tey tað sama kunnu fara uttanlanda er beinleiðis skeivt. Við at lesa í Suðuroy kann man fara í vikuskifti aðrastaðni í Føroyum hvørt vikuskifti fyri undir 100 kr. Til ber at fara norður seinnapart og suður aftur morgunin eftir, um tað skal vera. Familjan fær ómakaleyst komið suður at vitja – við bili. Undirvísingin er á føroyskum, so ongin málbarriera er. Onki CPR-nummar skal til. Her eru mong onnur argument, men lat hetta vera nokk fyri fyrst.

Fyri landið er sjálvsagda argumentið, at við at leggja útbúgvingina í Suðuroy, eru ikki nær námind somu sannlíkindi fyri, at tey lesandi fara av landinum eftir lokna útbúgving.

At tað fer at miseydnast at leggja virksemi í útjaðaranum er eitt argument, sum longu er avprøvað og prógvað skeivt hvørja einastu ferð. Tað bleiv brúkt, tá Heilsuskúlin varð lagdur í Suðuroy, men tað sum hendi var, at vit fingu eina sólskinssøgu í staðin. Tað bleiv brúkt, tá Strandfaraskip Landsins bleiv lagt í Suðuroy, men vit fingu ein stovn sum er minst líka væl rikin og nógv bíligari í hølisleigu. Og vit síggja eisini, at Ítróttarháskúlin í Suðuroy er ein so stór succes, at hann ikki megnar at taka ímóti øllum streyminum av næmingum.

Úr miðstaðarøkinum hoyrist sjálvandi, at alt liggur best har. Vit skulu burtur frá dupultfunktiónum, verður sagt úr tí økinum, men kortini vóru røddir frammi har um at gera ein Heilsuskúla afturat í Havn, og eina Tøknibreyt afturat í Havn, hóast vit longu hava vælfungerandi skúlar í Hovi og Klaksvík. Hesar eyka útbúgvingarnar skuldu stovnsetast við tí tunna argumentinum, at tað skuldi vera so langt og so strævið fyri næmingar úr miðstaðarøkinum at ferðast til teir. Men vit og skil slapp at ráða, og tí varð tað av ongum.

At Pedagogfelagið og Hjálparfólkafelagið nú fara uppí miðstaðarkórið at tala at at útbúgvingin verður løgd í Suðuroy, fær okkum at seta spurningin, um tey feløgini ongar limir hava í Suðuroy, og um jú, um teir limirnir eru spurdir um støðutakanina hjá felagsleiðslunum. Tí líka langt og líka strævið sum tað er hjá næmingum úr Havn at ferðast til Suðuroyar, líka langt og strævið er tað hjá næmingum úr Suðuroy at ferðast til Havnar. Fyri ikki at tala um stóra meirkostnaðin til at leiga bústað í Havn.

Landsstýrið ger tað einasta rætta, nú ein nýggj útbúgving skal setast á stovn. Nevniliga brúkar hana til eisini at gera samfelagsgagn við í einum øki, sum hevur tørv á tí. Ongin missir nakað, tí útbúgvingin var ikki til frammanundan. Og tað at útbúgvingar ikki kunnu fungera optimalt fyri tað um tær liggja uttanfyri miðstaðarøkið, ja, tað er eitt vána argument sum er avprøvað og prógvað skeivt fleiri ferðir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi