Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vágur - Vágseiðið | Mynd: vagur.fo

Jóansøka – ein altjóða hásummarstevna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.06.2018 - 08:29 Leiðarin Mentan Tíðindi

Í døgunum nær 24. juni verður jóansøkan hildin í Suðuroy. Skift verður ímillum Tvøroyri (ólíka ár) og Vág (líka ár). Sjálvur 24. juni, ½ ár frá jólaaftan, er jóansøkudagur, og er her talan um ein felags europeiskan dag at hátíðarhalda Jóhannes doyparan. Hesin gongur undir fleiri nøvnum, á enskum John the Baptist, á donskum Johannes Døberen og á føroyskum Jóhannes doyparin. Men bæði í Danmark og Føroyum hevur dagurin fingið annað navn, ávikavist Skt. Hans og Jóansøka. Hans og Jóan eru bæði nøvn, ið eru komin av Johannes.

Frá heilt gamlari tíð og fram til eftir 1. veraldarbardaga var ólavsøkan í Havn einaráðandi. Løgtingið var upprunaliga eitt alting, har allir frælsir menn møttu eina ferð um árið, í høvuðsheitum fyri at fella dómar. So siðurin at tysja úr øllum heraðshornum til Havnar hesa einu ferðina um árið er elligamal. Hann helt áfram, hóast Løgtingið bleiv eitt umboðsmannating, har økini í landinum valdu menn at umboða seg. Drúgvt var at koma til Havnar, so tá ið man var komin, varð steðgað í nakrar dagar, og teir dagarnar var veitslurómur.

Tað sigst, at fyrst í 1920’unum vóru arbeiðsgevararnir á Tvøroyri blivnir troyttir av, at fólkið valfartaði til Havnar í fleiri dagar á ólavsøku, so teir gjørdu í 1923 av, at framyvir skuldi ólavsøkan haldast á Tvøroyri. Tað vísti seg eftir øllum at døma ikki at vera serliga praktiskt, so bert 2 ár seinni, í 1925, varð stevnan flutt til hásummarsdagin 24. juni. Tó funnu arbeiðsgevararnir skjótt út av, at tað mátti vera longst sum best at hava stevnuna eitt vikuskifti, og tí liggur hon vikuskiftið, ið er næst 24. juni. Fyrsta jóansøkan í Vági varð sostatt hildin í 1926, og er hetta 47. jóansøkan, ið verður hildin í Vági.

Suðuroyingar hava søguliga altíð verið við í fremstu røð í føroyskum ítrótti, og eru tað enn. Millum elstu róðrarfeløgini í landinum er Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum varð stovnað í 1934, tvey ár áðrenn fyrstu Norðoyastevnuna. Vágs Kappróðrarfelag varð stovnað nøkur ár eftir, í 1943. Suðuroyggin hevur eisini eitt felags kappróðrarfelag, Suðuroyar Kappróðrarfelag, fyri alla oynna, ið mannar 10-manna farið Suðuroying. Hartil hava Sumbiar Ítróttarfelag og Royn havt róðrardeildir, men tey eru sambært RSF ikki virkin í løtuni.

Av teimum føroysku summarstevnunum er jóansøka tann einasta altjóðastevnan. Ólavsøkan er gamaní norsk, men verður ikki hildin aðrastaðni enn í Føroyum og í pørtum av Noregi. Jóansøka er hinvegin eitt globalt fyribrigdi. Sum nevnt er hon til áminningar um Jóhannes Doyparan, ið varð føddur ½ ár áðrenn Jesus, 24. juni. Men siðurin at brenna bál á miðsumri er munandi eldri enn so. Tá kristindómurin varð innførdur, bleiv kristna høgtíðin løgd omaná gomlu heidnu hátíðina á hásumri, og tá fylgdu fleiri gamlir siðir við – fyrst og fremst tann at brenna jóansøkubál.

Bálið varð hildið at verja ímóti óndum kreftum, bæði menniskjaligum og nátturuligum, og aðrastaðni í Europa – ikki í Føroyum – er tað komið fyri, at fólk, serliga kvinnur, vórðu dømdar fyri gand og bornar á m.a. jóansøkubálið. Í mun til restina av Europa hava Føroyar ikki eina eins myrka miðøld. Føroyar vóru eitt tað fyrsta landið at avtaka trælahald, og tær stóru heksaforfylgingarnar, sum fóru fram í Europa, komu ongantíð til Føroya.

Søgan hjá okkara føroysku jóansøku er tí ein gleðissøga. At hon liggur tá hon liggur hevur merkt, at skúlarnir kring landið fáa summarfrí umleið á jóansøku. Og størsta partin av 20. øld hava fyrst nýklaktir studentar og síðani síðstaársmiðnámsskúlanæmingar sum heild við síni eyðkendu hvítu húgvu valfartað til annaðhvørt Tvøroyri ella Vág at hátíðarhalda prógvið. Gamal siður er eisini, at tey hava øll tey fotokopi og notir, ið eru skrivað gjøgnum 2- ella 3-ára skúlagongdina, við sær, og bera tey á jóansøkubálið.

Mangan verður sagt, at tónleikafestivalarnir eru farnir at yvirskugga summarstevnurnar. Tað er ofta yvirdrivið, men júst jóansøkan er helst tann stevnan, sum hetta passar best fyri. Í Tórshavn eru tey farin at halda tónleikatiltakið Voxbotn seinasta vikuskiftið í juni, og her hevur jóansøkan so mugað vikið plássið, og liggur nú rættiliga konsekvent næstseinasta vikuskiftið í juni. Tað er tættari upprunadegnum 24. juni, men ger eisini, at fleiri miðnámsskúlanæmingar framvegis ikki hava fingið húgvuna tá, og tí heldur fara í hana á Voxbotni, sum í dag er tann stóra pisuveitslan.

Treyðugt so, mong eru tey, sum halda gamlan sið í hevd og fara á jóansøku, miðnámsprógv ella ikki. Sum siður er, siglir Smyril beinleiðis á Vág, tá jóansøkan er har, og er tá fullfermdur við kappróðrarbátum og ofta pisum við. Í ár er tað lagt soleiðis, at bæði FM-róður í kappróðri og fótbóltsdysturin í Betrideildini eru lagdir leygardag, ávikavist kl. 15 og 17:30, so leygardagurin á jóansøku verður tann heilt stóri stevnudagurin. Í tráð við jóansøkuandan verður dysturin ikki leiktur við Stórá í Trongisvági, sum vant, men á Eiðinum í Vági, har stevnan eisini er.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…
TÝR Á NORÐ FESTIVALI­NUM 2024!
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?