Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgni Hoydal hevur verið formaður í Tjóðveldi síðan 1998. Loysingin er púrt úr eygsjón og tí mugu aðrir bollar á suppuna.

Stjórnarskipanin er fokin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.06.2018 - 01:37 Leiðarin Politikkur Tíðindi Vinna

Okkurt høvdu Jóhann Simonsen og Heini O. Heinesen sagt, nú Tjóðveldisflokkurin er blivin ein reindyrkað embætis- og sambandsrørðsla - ein patta hjá tjóðveldis-akademikarum í havn, at súgva seg fastan á eftir loknan lestur í Danamørk - sera fast á.

Hóast vit hava bestu tíðir á Føroya landi nakrantíð og vit hava loysingarflokkarnar Tjóðveldi (hví broyta navnið?) og Framsókn við róðrið eru vit aldrin longri vekk frá loysingini enn tað sama.

Mikudagin í farnu viku var næstformaðurin í §25-nevndini, sum er sett at gera uppskot til løgtingslóg um stjórnarskipan Føroya, Bill Justinussen, at hoyra í útvarpinum, har hann segði, at áhugin í nevndini fyri stjórnarskipanini var nógv minkaður, at stórar ósemjur framvegis vóru um, hvat stjórnarskipanin var (yvir, undir ella við síðuna av grundlógini), at hann var samdur við løgtingsfyristingini um, at uppskotið átti at verðið víst burtur, og so tað týdningarmesta, at nevndin fór ikki at skriva álit. Harvið fellur stjórnarskipanin burtur.

Hetta var helst væntandi. Frammanundan hevur Poul Michelsen verið í fjølmiðlunum og sagt, at stjórnarskipanin neyvan kom til fólkaatkvøðu í hesum valskeiðinum. Ov langt er fráliðið. Tað merkir so, at tað er upp til eitt komandi løgting at útskriva fólkaatkvøðu, og tað er als ikki vist, at tað løgtingið í heila tikið vil tað. Hóast talan er um evstu lóg Føroya, so er hon evnað til sum eitt vanligt løgtingslógaruppskot, og tí skulu allar mannagongdir við hoyring, nevndarviðgerðum, atkvøðugreiðslum o.a. fylgjast. Hartil kemur freistin uppá 6 mánaðir áðrenn fólkaatkvøðuna. Hetta vil siga, at skal uppskotið leggjast fram aftur eftir ólavsøku, ja, so skal tað ivaleyst aftur leggjast fram eftir løgtingsvalið komandi ár, og alt má ganga umaftur.

Her er illa avstaðfarið. Tað er ein óskrivað meginregla, at ein samgonga skal føra dastið av sínum politikki, tær stóru hugsjónarligu ætlanirnar, út í lívið í fyrru hálvu av valskeiðnum, og so fyrisita í seinnu hálvu. Tað var eisini ætlanin hjá hesi samgonguni, men allar tær stóru nýskipanirnar eru drignar út, og nú vit fara inn í seinastu tingsetuna, er bert pensiónsnýskipanin fult implementerað. Fiskidagaskipanin er framvegis ikki útskift við eina kvotaskipan – tað skal eftir ætlan henda 1. januar 2019, men tað er ómetaliga ivasamt, um so verður.

Summi eru farin at tevja val. Í krókunum verður teskað um, at grundin til at løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, vildi framskunda fyrsta skotið í Sandoyartunlinum til hósdagin 21. juni, var, at hann ikki væntar at vera løgtingsformaður nógv longur. Stjórnarskipanin fellur nú niðurfyri og verður neyvan løgd fram aftur eftir ólavsøku. Kvotaskipanin er framvegis ongan veg komin og verður neyvan innførd á nýggjárinum. Og verða hesi bæði ikki samtykt áðrenn nýggjárið, so verða tey tað heldur ikki í seinastu krákumánaðunum av valskeiðnum.

Á fiskivinnuøkinum er ónøgdin øgilig, bæði millum reiðarí og manningarfeløg. Ongin vil vita av nýskipanini. Uppboðssølur skuldu vera 20. juni og aftur nú 27. juni, men millum annað var áhugin fyri at luttaka í teimum so lítil, at fiskimálaráðharrin gjørdi ikki mætari enn at útseta báðar uppboðssølurnar til mitt í august. Sambært øðrum miðlum hevur hendan útsetingin helst kostað reiðaríunum, sum hóast alt vóru við, milliónir, tí tey hava biðið um bankatrygd og/ella longu flutt Vørn pengar. Samstundis stendur fiskivinnan fyri øðrum avbjóðingum. Útflutningurin av fiskavørum er minkaður við eini hálvari milliard krónum.

Alt í alt skal tað ikki undra, um samgongan nú kastar handklæðið í ringin og útskrivar val, áðrenn støðan gerst uppaftur verri. Kanska á ólavsøku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja