Lýsing
Lýsing
Lýsing

Húsið í Bjargamansdali brent í grund

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.06.2018 - 10:03 Myndarøð Tíðindi

Kringvarpið visti at siga í morgun, at eldur hevði verið í húsunum í Bjargamansdali í nátt. Sløkkiliðsfólk fóru úr Klaksvík við tyrluni í nátt. Men tyrlan kundi ikki lenda orsakað av vindi og vekt. Tí vendið hon aftur og fór avstað aftur við sløkkiliðsleiðaranum og einum politisti. Tá bar betur til, men tá var húsið at kalla niðurbrent.

Tað vóru fólk í Havn, ið høvdu varnast eld sygst á Borðoynni og boðaðu frá.

Sagt verður at einki fólk var í húsinum, men at fólk høvdu verið har fríggjadagin og leygardagin. Kannað verður nú hví eldur er komin í.

 Í 2015, tá húsið stóð í gerð, saman við Karl Johansen, sýslumanni, og Esmund Løve Sørensen. Esmund var tá bert 16 ára gamalur. Síðani hevur hann fest Skorina, ímeðan pápi hansara, Hendrik Sørensen, er bóndi í Bjargamansdali.

Eldurin í Bjargamansdali kemur sjálvandi sera illa við, tí tað er ikki bara sum at siga tað at byggja hús úti eysturi á fjøllum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja