Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skipanin við almennum innlitið/eftirlitið er farin fyri bakka

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  25.06.2018 - 10:36 Politikkur Tíðindi

Politiska skipan hevur ongantíð verði so einaræðislig og ódemokratisk, sum hon er í Føroyum í løtuni. Norðlýsið hevur seinastu tvey ella trý árini fingið alsamt størri og størri trupuleikar við at fáa innlit í mál, sum almenna landsumsitingin og umsitingin hjá Klaksvíkar Kommunu arbeiður við.

Norðlýsið hevur altíð havt fingurin á pulsinum á lands- og kommunalu umsitinginunum - serliga kommunalu umsitingini í Klaksvíkar Kommunu. Vit fáa javnan boð frá fólki um viðurskifti, sum ikki eru í lagið og har málsviðgerin er ivasom, og tað er sum so einki nýtt í hesum. Vanliga senda vit eina innlitsumbøn til viðkomandi stovn um mál, sum vit eru gjørd varðug við, og tá so skrivliga málsviðgerðin er send okkum hava vit mett um málið skal viðgerast og um vit hava orku til at fara inn í málið. Sjálvt um talan er um áhugaverd mál, er tað ikki altíð at vit meta okkum hava orku til at taka mál upp, tí summi kunnu verða rættiliga tíðarkrevjandi og krevja eisini hjálp frá serfrøði.
 
Fyri seks átta árum síðan virkaði skipanin við almennum innlitið sera væl og sjálvdan var at almennir stovnar fóru út um svarfreistina í lógini, sum heimilar øllum borgarum í landinum at fáa innlit. Men seinastu trý árini hava vit alsamt oftari rent okkum fastan í almennum umsitingum, baði hjá landinum og her hjá okkara egna býráð.
 
Tað er alment kennt, at vit stríddust í meira enn trý ár fyri at fáa innlit í mongdina av evnafrøðisligum evnum, sum almennu heilsumyndugleikarnir høvdu loyvt vinnufyritøku at spræna á sjóvin í Føroysku firðunum. Endin á tí málinum gjørdist sera margháttligur. Løgtingsins umboðsmaður heiti á Heilsumálaráði um at taka málið upp til nýggja viðgerð eftir at tey høvdu noktað innlit. Heilsumálaráðið noktaði at fylgja boðunum frá løgtingsins umboðsmanni, sum síðani sendi Norðlýsinum bræv har hon boðaði frá at hon gav skarvin yvir. Landsstýriskvinnan í Heilsumálum, sum er leiðandi limir í flokkinum, sum sigur seg standa fyri gjøgnumskygni, tryggja fólkaræði og álit, helt seg kúrran og hóast baði Løgmaður og Føroya Løgting varð kunnað um málið valdu hesir báðir fólkavaldu stovnar einki at gera ella siga.
 
Endin var at landsstýrismaðurin í Vinnumálum lýsti eina kunngerð, sum í fyrstu atløgu varð mett at verða ein sigur fyri tey sum ynskja meira gjøgnumskygni í almennu umsitingini. Sambært kunngerðini hjá landsstýrismanninum skuldi Heilsufrøðiliga Starvsstovan gera eina heimasíðu har upplýsingarnir um nøgdir av evnafrøðisligum evnum, sum vóru brúkt á ymisu alibrúkunum. Arbeitt hevur síðani verið við hesi heimasíðuni, men komið er ikki enn á mál nú meira enn eitt ár er liði síðan kunngerðin var lýst.
 
Men eftirfylgjandi hevur almenna umsitingin gjørt greitt at sambært kunngerðini hjá Landsstýrismanninum er bert talan um at almannakunngera upplýsingar frá degnum kunngerðin varð lýst og frameftir.
Tað vil siga at Føroya Landsstýrið, sum er ovasti “tænari” fólksins hevur avgjørt at almenningurin ongantíð skal fáa at vita hvussu nógv evnafrøðilig evni eru sprænd seinastu mongu árini út á føroysku firðirnar, sum eru vakstarøkið hjá føroyska fiskatilfeinginum og sum hevur verið og framvegis er matkovið hjá ættarliðum av føroyingum.
 
Bolla-seiður í Klaksvík
Gjárkvøldið var eg ein túr á Kósabrúnni og á nýggju bátabrúgvunum í Klaksvík við tráðu saman við synunum.
Sjálvur eri eg uppvaksin á Borðoyavík og havi altíð sæð niður á “Bolla-seiðin” sum fæst við brúgvarnar í Klaksvík har stóru virkini eru, og tað gav at bíta, tá teir vildu hava meg at steikja seiðin seint sunnukvøldi.
Hóast tað var sjónligt at seiðurin hevði snúltarar uttan á skræðuni, sá seiðurin átiligur út og eg eftirlíkaði umbøn teirra og steikti seiðin, sum smakkaði sera væl.
 
Men hetta fekk meg at hugsað um hvussu politiska skipanin handferð náttúru okkara, og tá almenningurin ikki sleppur at síggja hvussu náttúran verður umsitin, kann tað neyvan boða frá góðum.
 
Niðanfyri er nakað av samskiftinum Norðlýsið hevur havt við kommunalu umsitingina hjá Klaksvíkar Býráð seinasta árið har vit hava roynt at fingið alment innlit.

 
Vit kunnu bara staðfesta at skipanin virkar als ikki, tí tað vísir seg at verða alt meira trupult at fáa alment innlit í almennu umsitingarnar.

Ein má eisini spyrja seg sjálvan hvat endmál er at hava ein eftirlitsstovn sum løgtingsins umboðsmann, tá almennu umsitingarnar ikki longur akta boð frá honum. At niðurstøðan hjá kanningarstjóra, sum løgtingsmaður setti at kanna umsitingina hjá landsstýrinum, kom til beint øvugtu niðurstøðu enn løgtingsins umboðsmaður, fekk heldur ikki politisku skipanina at vakna - so politiska líkasælan ella korruptiónin tykist verða fullkomin. 
 
 
Sí dømi um samskifti har vit ikki enn hava fingið innlit:
 
 
 
 
--------
 
on 06-06, 09:24
Klaksvíkar kommuna ;
tummast@klaksvik.fo
Eg bíði framvegis eftir váttan um móttøku og svar frá umsitingini til hesar innlitsumbønir....
 
vh
John William Joensen
Norðlýsið
229682 
 
 
 
 
ma 04-06, 16:50
Klaksvíkar kommuna 
Vísandi til lógina um alment innlit skullu vit vísa á at vit áttu at fingið svar áðrenn tíggju yrkadagar.
 
Enn er einki svar komið.
 
Vh
 
John William Joensen
 
From: John William Joensen
Sent: Tuesday, April 3, 2018 8:50:58 AM
To: Klaksvíkar kommuna
Subject: Alment Innlit
 
Vísandi til lóg um alment innlit verður biði um innlit í tey arbeiði sum ætlanir eru um at gera afturat í miðbýnum. Her verður serliga hugsað um brúgvar, ísbreyt og liðugtgerð av økið - flisar og annað. Innlit ynskist í kostnað, fundarfrásagnir og samskifti.
 
vh
Norðlýsið
John William Joensen
 
 
 
|
sø 03-06, 23:04
Klaksvíkar kommuna
Biðið verður um innlit í innkomnu tilboðini, sum kommunan fekk í samband við at grannskoðanin av kommunu roknskapinum varð boðin út.
 
Eisini ynskja vit at fáa innlit í hvat Klaksvíkar Kommuna heVur rindað fyri grannskoðan seinastu 5 árini.
 
Vh
John William Joensen
 
 
 
 
ti 03-04, 08:53
Klaksvíkar kommuna 
Alment innlit
 
Vísandi til lóg um alment innlit, ynskja vit at fáa innlit í fundarfrásagnir og samskiftið millum umsiting, og tey sum eru sett í starv sum leiðari fyri ungdómshúsið og Spaniastovu.
 
Eisini verður biðið um innlit í setanarviðurskifti og lønarviðurskifti í samband við settu størvini.
 
vh
John William Joensen
Norðlýsið
 
 
 
 
 
 
 
ma 04-06, 16:50
Klaksvíkar kommuna 
Vísandi til lógina um alment innlit skullu vit vísa á at vit áttu at fingið svar áðrenn tíggju yrkadagar.
 
Enn er einki svar komið.
 
Vh
 
John William Joensen
 
 
 
ti 03-04, 08:50
Vísandi til lóg um alment innlit verður biði um innlit í tey arbeiði sum ætlanir eru um at gera afturat í miðbýnum. Her verður serliga hugsað um brúgvar, ísbreyt og liðugtgerð av økið - flisar og annað. Innlit ynskist í kostnað, fundarfrásagnir og samskifti.
 
vh
Norðlýsið
John William Joensen
 
 
 
(RED: Niðanfyri er mál um innlit í bygging av sjóhitaskipan og Miðbýi í Klaksvík. Enn hevur Norðlýsið bert fingið part av innliti. Einki svar er komið frá býráðnum um samlaða kostnaðin av sjóhitaskipanini ella byggingini av miðbýnum. Vit hava bert fingið at vita at pumpuhúsið, sum er bygt frammanfyri Føroya Bjór, kostar næstan 10 mió. kr. sum er 4 mió.kr. meira enn øll sjóhitaskipanin skuldi kosta tá Ítróttar-, svimjuhøll, skúlar og miðbýur vóru samanknýtt í nýggju sjóhitaskipanini. Samlaði kostnaðurin fyri alla skipanina skuldi verða 6 mió. kr., sambært tilboð frá ráðgevingarfyritøkuni SMJ.
Men í partvísum innlitið sum Norðlýsið hevur fingið, stendur í fundarfrásøgn frá fundi í januar 2017 millum ráðgevaran og leiðsluna í umstiting, býráð og byggiharra at stjórin í ráðgevingarfyritøkuni SMJ staðfestir “….. at hugtakið -bílig grøn orka- er ein ansøgn….”)
 
 
 
 
Svar til alle|
ma 19-03, 08:38
Klaksvíkar kommuna 
Hvussu gongur við innlitsmálunum hjá mær?
 
vh
John William Joensen
Norðlýsið
229682
 
 
 
 
Svar til alle|
on 14-03, 07:48
Klaksvíkar kommuna 
Eg havi tvær umbønir um innlit sum hava liði leingi hjá Kommununi. Hvussu gongur við teimum?
 
vh
John William Joensen
 
 
 
on 14-02, 06:01
Klaksvíkar kommuna ;
gunva@estra.fo;
steinbjorn@klaksvik.fo;
atli@klaksvik.fo;
+8 flere
Til Klaksvíkar kommunu
 
Tann 18. Desember 2017 bað eg um innlit í arbeiði við at byggja nýggja hitaskipan:
 
 
Biðið verður um innlit í samlaða kostnaðin av nýggju sjóhita skipanini.
 
Eisini verður biðið um innlit í nevndar- og aðra viðgerð í samband við at avgerð var tikin at flyta skipanina úr kjallaranum í nyggju íbúðunum í miðbýnum og yvir í eitt nýtt hús sum verður bygt í miðbýnum til endamálið. Biðið verður eisini innlit í meirkostnaðin í hesum sambandi og hvør rindar fyri hann.
 
Eisini ljóðar at ætalnin er at varðveita gomlu oljufýringarnar í fimleikarhøllunum og svimjuhøllini sum bak-up. vit ynskja innlit í hesar avgerðirnar eisini.
 
vh
John William Joense
Norðlýsið
 
———-
 
Tann 10. Januar 2018 sendi eg hesa umbøn afturat:
 
Biði verður um innlit í øll skjøl og samskifti, sum hevur við kjallaran í íbúðunum, sum Bústaðir byggir í miðbýnum at gera.
 
Eisini í byggifundir og annað sum hevur samband við at avgerð var tikin at byggja nýtt hús í miðbýnum í samband við sjóhitaskipanina, ístaðin fyri at brúka nevnda kjallara sum upprunaliga ætlað.
 
vh
John William Joensen
Norðlýsið
 
——
 
Fleiri ferðir havi eg fingið at vita at svarið og skjølini vóru klár at senda mær, men seinastuferð eg frætti nakað frá býráðnum var hesin mailurin:
 
Sent: Monday, January 8, 2018 2:45:06 PM
To: John William Joensen
Subject: innlit, sjógvhitaskipanin
 
Hey John William
 
Meiningin var at svara tær í dag, men eg bíði eftir onkrum upplýsingum, men í morgin týsdagin fært tú svarið, biðið um, umbering fyri at eg ikki náddi svarið í dag.
 
Vinarliga
Klaksvíkar Kommuna
Stjórnarskrivstovan
 
Homepage: www.klaksvik.fo
 
——
 
Síðani hevur Klaksvíkar Kommuna ikki svara teldupostum frá mær hóast eg havi skrivað teldupost til klaksvik@klaksvik.fo og beinleiðis til kommunustjóran.
 
Nú eru 58 dagar farnir síðan eg bað um innlit, og enn havi eg ikki frætt orð ella ei um málið.
 
Eg vil minna á at sambært lóg eigur kommunan at svara áðrenn 10 yrkadagar eru farnir.
 
Tí heiti eg enn einaferð á klaksvíkar kommunu, um at svara míni umbøn áðrenn kæra verður send Løgtingsins Umboðsmanni.
 
Av tí at eg ikki longur fái svar uppá teldupostar eg sendi kommununi um máli og tí heldur onga grundgeving havi fingið er hendan áheitan eisini sen býráðslimum.
 
Vh
John William Joensen
229682
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld
Er útslitni vøllurin í Klaksvík orsøk ti…