Lýsing
Lýsing
Lýsing

Opið stríð í KVF: Ein ringur av miðlafólkum samvirkaðu um orrustuna í KVF

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  28.06.2018 - 10:28 Politikkur Tíðindi

Sama dag sum tíðindaleiðarin í KVF fekk handa ætlanarskriv um uppsøgn frá Johnny í Grótinum, vendi hon sær til Heilsu- og Innlendismálaráðið og bað um alment innlit í øll uppsagnarmál á Landsjúkrahúsinum, sum vóru blivin kærd ella ógilda. Innlit sum hon fekk varð eftirfylgjand grundarlag fyri miðlasøgur í høvuðsstaðarpressuni

Hetta sæst í almennum innliti, sum Norðlýsið hevur fingið.
 
Tann 24. november 2017 lendi orrustan í KVF á forsíðuni á Sosialinum, har eitt notat hjá tíðindaleiðaranum í KVF var keldan til søgurnar sum blaðstjórin á Sosialinum skrivaði um nýsetta kringvarpsstjóran.
 
Eina viku seinni, tann 30. november, handaði kringvarpsstjórin, tíðindaleiðara sínum ætlanarskriv um uppsøgn við 14 daga hoyringsfreist áðrenn endalig avgerð skuldi takast.
 
Sama kvøld, tann 30. November, bað tíðindaleiðarin í KVF um alment innlit í uppsagnarmál á Landssjúkrahúsinum. Jan Lamhauge, journalistur í KVF, var við í hesi innlitsumbøn.
 
Tíðindaleiðarin í KVF skrivar soleiðis til Heilsumálaráðið kl. 20:49
 
…. Biðið verður um innlit í kærdar uppsagnir framdar á Landssjúkrahúsinum meðan Johnny í Grótinum var sjúkrahússtjóri.
Somuleiðis verður biðið um innlit í, hvussu nógvar av hesum uppsagninum eru blivnar ógildugar og orsøkir til tess. Seinast við avgerð 8. november í ár…..
 
Heilsu- og Innlendismálaráðið (HIMR) bjóðaði eftirfylgjandi, tíðindaleiðaranum í KVF eina skrivstovu í ráðnum, har hon kundi gjøgnumganga tilfarið fyri at eyðmerkja, hvat hon ynskti at fáa útflýggja.
 
Í desember 2017 bleiv ógildaga uppsagnarmálið um Tórhild Mohr, deildarsjúkrarøktarfrøðing, partur av rúgvismiklari klagu frá Jan Lamhauge, journalisti, til kringvarpsstýrið um stjóran.
 
Hóast har bert var talan um eina ógildaga uppsøgn, skrivaði Jan Lamhauge til stýrið í Kringvarpi Føroya, at Johnny í Grótinum hevði eina siðvenju við ógildaðum uppsøgnum.
 
Í mai 2018 er ein forsíðugrein í Dimmalætting um sama uppsagnarmál. Keldan hjá Dimmalætting kann bara verða Liljan Weihe (ella Jan Lamhauge), tí sambært innlitið sum Norðlýsið hevur fingið hendur á, hevði Dimmalætting ikki frammanundan biðið um alment innlit í umrødda umsagnarmálið á Landssjúkrahúsinum.
 
Seinni ruddaði Sosialurin eisini sína forsíðu um uppsagnarmál á Landssjúkrahúsinum. Keldan til søguna kann framvegis bert verða somu skjøl , sum tíðindaleiðarin í KVF ella Jan Lamhauge høvdu fingið innlit í.
 
Formidabul mótstøða
Á seinasta starvsfólkafundinum í KVF hjá Johnny í Grótinum, sum stjóra í KVF, viðgekk Johnny, at tað var eitt mistak av sær at skrivað eina útgreining av tí, sum er skjalfest í málinum um uppsøgnina av tíðindaleiðaranum til Vágaportalin. Sambært starvsfólki í KVF, sum Norðlýsið hevur tosað við, so greiddi hann starvsfólkunum í KVF frá at hann gjørdi hetta, tí hann føldi at hann slapp ikki framat í miðlunum, at siga sína søgu og at hann av órøttum var framstillaður, sum ein maður sum hevði sagt eina røð av starvsfólkum úr starvi.
 
Sambært tí skjalainnliti, sum Norðlýsið hevur fingið atgongd til frá HIMR, LS og við at lesa Sosialin, Dimmalætting og KVF.fo, hevur Johnny í Grótinum bert sagt eitt alment starvsfólk úr starvið.
 
Innlitið sum Norðlýsið hevur fingið staðfestir at tá Johnny í Grótinum sendir Liljan Weihe hoyringsskriv um uppskot, fara trý fjølmiðlafólk í KVF at grava í fortíðini hjá Johnny í Grótinum á Landssjúkrahúsinum har biði verður um innlit í øll uppsagnarmál.
 
Síðan verða somu skjøl sum, tíðafólkini í KVF fingu innlit í brúkt sum grundarlag fyri miðlasøgur í Sosialinum og Dimmalætting, hóast hesi baði miðlahúsini, sambært Heilsumálaráðnum og Landssjúkrahúsinum, ikki høvdu fingið innlit frá teimum.
 
Tá allir miðlarnir í høvuðsstaðnum brúka ein part í einum uppsagnarmálið, sum keldu, er kanska ikki so løgið at hin parturin í málinum kennir seg trýstan at fáa sína søgu sagda.
 
Í øllum føri kunnu vit staðfesta at mótstøðan ímóti tí avgerð, sum  fyrrverandi stjórin í KVF tók um at siga tíðindaleiðaran úr starvið, hevur verið ógvuslig og hevur tí óiva havt týdning fyri gongdina í málinum.
 
Mentanarmálaráðið ógildaði uppsøgnina og setti tíðindaleiðaran aftur í starv, hóast ráðið kundi staðfesta at hon hevði sett umdømi hjá KVF í váða.
 
Johnny í Grótinum valdi so at flyta hana í annað starv, men eisini her kærdi tíðindaleiðarin til Mentanarmálaráðið og sum skilst ferð ráði at taka avgerð í hesum málinum í  dag ella morgin.
 

SÍ skjal 1. Tey sum hava fylgt orrustuni í KVF kunnu leggja hetta skjalainnlit, sum Norðlýsið fekk innlit í frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum og Landssjúkrahúsinum, afturat teimum skjølum, sum hava verið í øðrum miðlum.

Sí skjal 2 

Sí skjal 3
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…