Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heini Gaard: KVF tók ikki atfinningar frá Fjølmiðlakærunevndini til eftirtektar

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  05.07.2018 - 00:33 Politikkur Tíðindi

Norðlýsið bað um alment innlit í fakligu eftirmetingina, sum ein bólkur á tíðindadeildini hjá KVF gjørdi av sendingunum um “EIK SKATTAMÁLIД. Í svari til Norðlýsið í kvøld verður staðfest, at eftirmetingin kom m.a. til tað niðurstøðu, at KVF lurtaði ikki eftir atfinningunum frá Fjølmiðlakærunevndini, sum viðgjørdi kæru frá bankanum um fyrstu sendingina "Skattamálið hjá Eik".

Tá Fjølmiðlakærunevndin hevði gjørt sína niðurstøðu gjørdi KVF nógv burtur úr, at Kringvarpið varð fríkent. Og í eftirfylgjandi innslagið í Degi og Viku varð sagt ....at Fjølmiðlakærunevndin hevur avgjørt ikki at geva Kringvarpinum ella Miðlahúsinum nakra átalu fyri dekningin av Eik Skattamálinum...

Innslagið í Degi og Viku kann síggjast her; TRÝST HER

Heini Gaard, virkandi tíðindaleiðari í Kringvarp Føroya, skrivar soleiðis til Norðlýsið í kvøld.
 
---

 
Góði John William
 
Í telduposti til stýriðsformann Rúna Heinesen og til Kára Sólstein, virkandi kringvarpsstjóra, dagfest 3. juli, heitir tú á Kringvarp Føroya um “at geva almenninginum atgond/innlit í arbeiði og niðurstøðuna hjá nevndini, sum hevur eftirmett fakliga arbeiði, ið varð gjørt í samband við ”Skattamálið hjá EIK.“
 
Eftirmetingin var skipað á tann hátt, at tvey sera kompetent starvsfólk á Aktueltdeildini (Beinta Løwe og Brynhild Thomsen) í tríggjar arbeiðsdagar gjøgnumhugdu og eftirmettu alla sendingina við støði í niðurstøðuni hjá fjømiðlakærunevndini til fyrru sendingina um Skattamálið.
 
Orsøkin til tess var, at fjølmiðlakærunevndin, hóast hon ikki gav eina beinleiðis átalu, hevði nakrar viðmerkingar til fyrru sendingina, sum var kærd til nevndina.
 
Tí var hildið skilagott at eftirmeta, um KvF í seinnu sendingini hevði tikið viðmerkingarnar hjá fjølmiðlakærunevndini til eftirtektar.
 
Fjølmiðlanevndin skrivaði tá: ”Nevndin viðmerkir tó, at KvF átti at vanda sær eitt sindur betri um orðavalið, tí KvF í einstøkum førum í sendingini rekur framundir, at EIK við snildum hevur fingið TAKS at játta teimum ein frádrátt. Miðlarnir hvørki kunnu ella skulu taka støðu til rættin hjá EIK til frádráttin, ella um EIK tilvitað hevur tikið frádráttin av órøttum, áðrenn hetta veruliga er staðfest, men grundarlag er hjá miðlunum at seta spurnartekn við hetta.“
 
Eftirmetingarbólkurin legði fram fyri allari Aktueltdeildini 20. februar 2018. Framløgan var munnlig við brotum úr sendingini, har víst var á ymiskt, ið eftirmetingarbólkurin metti var vert at viðgera og í nøkrum førum eisini at finnast at.
 
Funnist var m.a. at vantandi kelduávísingum fyri einstøkum pástandum. Yvirskipaða niðurstøðan í eftirmetingini var, at viðmerkingarnar hjá fjølmiðlakærunevndini ikki í nóg stóran mun vóru tiknar til eftirtektar í seinnu sendingini.
 
Vit læra av okkara feilum. Eisini hesaferð.
 
Vónandi svarar tað tínum spurningi.
 
Vinaliga
Heini Gaard
 
Virkandi tíðindaleiðari/Editor in Chief Interim

Lýsing
Seinastu tíðindini
Feskur fiskur fæst í Neystinum
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt
Enn ein varði í altjóða søguni hjá KÍ
Skipa ein føroyskan kapitalmarkna
Kleyvar frúgv liggur á Elduvíksvegnum
Lat okkum seta aldursmark á sosialar mið…
Myndarøð: KÍ - FK Radnicki 1923
KÍ vann 1-0
U19 lands­lið­ini í sandflogbólti dystast…
Kommunuvali í Oyndarfirði