Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Tað er ikki sørt, at eg misunni teimum fótbóltsáhugaðu!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  14.07.2018 - 05:00 Bloggur Tíðindi

Lív mítt hevur ikki verið merkt av stórvegis fótbóltsáhuga. Eg megnaði at ganga øll skúlaárini uttan av verða valdur til eitt einasta lið, tá vit fóru á ”Plenuna” at spæla. Óivað tí eg ikki kundi brúkast, og eg var als ikki keddur av tí, tí eg skilti aldrin hví nakar kundi hava sovorðna altrá eftir at sleppa at renna eftir einum bólti.

Tvær reisirnar í mínum vaksinmannalívi havi eg verið til ein heilan fótbóltsdyst í Englandi.  Fyrru ferð var eitt óhappi, tí eg var og vitjaði ein vinmann - Páll hjá Peturi í Fugloy – sum var og vitjaði mostur sína í Gravesend. Maður mostrina var lækni, og eisini lækni hjá fyrsta liði í Gravesend. Tað var eitt vikuskifti, eg var og vitjaði, og lokala liðið spældi heimadyst. Alt húskið fór at hyggja, og eg fylgdi við. Minnist meg rætt var tað um háveturin, og eg stóð og frysti og keddi meg til deyðis.  Hvat úrslitið var av dystinum, ella hvørjum teir spældu ímóti, veit eg ikki. Men vertsfólkini vóru blíð og týð, tað minnist eg. Maðurin í húsinum, Dr. Brian Hawks, var ein sannur føroyavinur.

Hina ferðina, eg var til ein heilan fótbóltsdyst, var tað eisini av einum óhappi, at eg kom til dyst á sjálvum Wembley. Danmark skuldi spæla móti Englandi. Ein av donsku fjepparunum hevði vist fingið í so nógv innanbora, og var endaður í bardaga og á sjúkrahúsi. Danska Sendistovan bað meg, sum prest, fara og vitja mannin, og vita hvussu støðan var.

Tað gjørdi eg, og við tað at onki útlit var fyri at hann kundi koma til dystin annan dagin eftir, so gav hann mær atgongumerkið heilt ókeypis, og anbefalaði mær so mirðiliga at fara til dystin, tí, sum hann segði: ”Det bliver en oplevelse for livet!”. Eg takkaði, og fór eisini til dystin, og tað gloymi eg aldrin! Og mangar ferðir takk skal hesin danin hava! At uppliva hendan velduga fólkaskaran á Wembley, tað var eitt satt upplivilsi.  Dystin, sum so, minnist eg onki um – ikki eingang um, hvør vann, Danmark ella England. Men, tað var einaferð fyrst í fýrsunum, so tað vita fótbóltskøn óivað.

Eitt annað, eg minnist um dystin, tað var at hesin óhepni fjepparin segði við meg, at eg skuldi møta saman við einum bólki á einum ávísum staði, tí tey ferðaðust saman, og skuldu inn saman. Eg møtti so upp, og ein prúð dáma við norðurjúskari úttalu stóð við einum lista og rópti nøvnini upp. Tá tað kom til navnið hjá óheppna fjepparanum, rætti eg hondina upp, og eg minnist at tá læt í henni: ”Gud!  Han har været i bad og hos barber!” So gitti eg, at eg var góðtikin sum limur av bólkinum.  Hann, sum lá á sjúkrahúsinum, hevði langt ár og ovurstórt skegg.

Triði og seinasti og hálvi dysturin eg var til í Englandi, var í Sheffield.  Eg var og ferðaðist við Klaksvíkar Hornorkestri, og tað skuldi blása til ein dyst millum Sheffield United og Southampton. Eg minnist, at tað var ísakalt, og eg var komin at sita í skugganum. Har vóru ikki nógvir áskoðarar, so eg loyvdi mær at flyta meg har sólin slapp framat, fyri at fáa hita í kroppin. Tá sá eg á einum skelti at mótstøðuliðið var úr Southampton, sum er gamli universsitetsbýurin hjá mær.

Og fyri at halda varman, so fór eg at rópa við Southampton. Men, tað skuldi eg aldrin havt gjørt, tí eg var endaður millum argastar United-fjepparar. Teir bóðu meg um at sleppa mær á Fxxxxxx til, og tað beinan vegin! Eg so gjørdi, og fór ikki innaftur. Men frá fish & chips-shoppini eydnaðist tað kortini at hoyra Hornorkestrið spæla í hálvleikinum, og tað ljóðaði frálíkt. Dysturin endaði 0 – 0, uttan at eg hjálpti til!

Nú ein er vorðin heldur hálvgamal, og hevur minni at taka sær til, kundi tað helst økt um lívsvirðið at havt áhuga fyri fótbólti. Her verður nógv hugt, prátað og gitt – og sofaáskoðarnir eru so nógv kønari enn spælararnir sjálvir!  Tey tykjast í øllum førum at hugna sær grúsommeligt. Eg vildi helst, at KÍ altíð vann, at Danmark altíð vann, ella at England altíð vann. Men eg fái ikki svøvnleysar nætur av tí.

Eina aðra ferð, so kann eg kanska taka tykkum við niðan á ”Plenuna”! (Tað er har, sum Djúpamýra í dag liggur – tit vita, ímillum Gjov, Tummas, Atlantis og Kí-Høllina). Tí hóast eg aldrin havi upplivað ein heilan dyst har, so havi eg kortini upplivað okkurt uppi á Plenuni.

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…