Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd frá 2006

Vinnulívsfyritøkurnar í Klaksvík líða undir rikna politikkinum

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu, Samskipari í Vinnulívsráðnum í Klaksvík  |  19.07.2018 - 21:08 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Tað sær ikki gott út hjá fiskivinnuni komandi árið og fer at raka økið nógv meinari, enn vit duga at hugsa okkum

Føroyar hava nú í nøkur ár ligið og liggja framvegis á aldukambinum við nærum ongum arbeiðsloysi, góðum fiskiskapi, økjandi fólkatali, hækkandi lønarútgjaldingum og lutfalsliga góðum marknaðprísum.

Hetta hevur havt við sær, at núsitandi landsstýri ger seg inn á vinnulívsfyritøkurnar, tí tað sær møguleikan fyri at “flyta” pening úr vinnuni og yvir í landskassan, meiri pening enn gott er.  - Søgan hevur tó víst, at “allir dagar verða ikki sum hesir”.

 

Tølini ræða

Búskaparráðið hevur gjørt sínar metingar, har víst verður á, at vøksturin  árini 2014-17 lá millum 6 og 7,5%, meðan roknað verður við, at hann verður 0,5% av bruttutjóðarinntøkuni 2018.

Sambært Hagstovuna  er útflutningurin fyrstu fimm mánaðirnar í 2018 sammett við 2017 lækkaður við umleið 500 mió. krónum, t.v.s. við 12% í virði og í nøgd stívliga 12 túsund tons ella 6%.

Hetta fer at síggjast aftur í Klaksvík, m.a. færri inntøkur hjá fyritøkum bæði í frumvinnuni og sum aftur ger seg inn á sekunderu vinnurnar, sum aftur ger seg inn á lønir til skipsmanningar og arbeiðsfólk á fiskavirkjum og øðrum fyritøkum við avleiddum vinnum, sum síðani fer at síggjast aftur í minkandi inntøkum í kommunukassanum!

 

Fyritøkurnar fána

Fyri fáum døgum síðani greiddi P/f Næraberg frá í KVF, at avlopið í felagnum fyri árið 2017  fór frá 17,7 mió. krónum í 2016 niður í  2.1 mió. krónur, hóast sølan var 63 mió. krónur hægri, samstundis sum felagið rindaði 81mió. krónur í tilfeingis- og uppboðssølugjøldum.

Tað hevur eisini ljóðað, at “Sjúrðarberg” hevur gjørt sín seinasta túr!

Vit vita, at bæði P/f  JFK og felagið hjá P/f Christiani í Grótinum, hava havt ætlanir um nýbygningar, men hava verið noyddir at útseta vegna óstøðugar politiskar ætlanir. Eisini vitsti portalurin hjá JN at siga nú um dagarnar, at bæði Christian í Grótinum og Norðborg rýmdu undan Eysturgrønlandi vegna fiskaloysi.

 

Grannar byggja, Føroyar bíða

Her kann leggjast afturat, at føroyski fiskiflotin er eldri og gamal og í mongum førum, innflyta vit eldri skip, sum grannar okkara kassera, tí teir byggja skip í fleiri-hundrað milliónakrónaflokkinum.

Alt hetta tikið samfelt, sær ikki gott út og politisku átøkini móti fiskivinnuni koma í komandi ári at raka Klaksvík nógv meinari, enn vit duga at ímynda okkum.

Tað kann tí tykjast ófatuligt, at tað eru teir føroyingar, ið ikki síggja álvaran í veruleikanum og hvussu vinnulívsfyritøkurnar í Klaksvík og gangi út frá í Eysturoynni veruliga líða undir núverandi viðurskiftum.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Soli Deo Gloria á Norð­oyastevn…
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Kjøt til norð­oyastevnu? 
Forkunnug og rørandi framsýning í Varpin…
Norð­oyastevna: Morgunmatur til setanina
Pylsuhugni í miðbýnum
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Theresa vitjar Norðlýsið
Endur­nýtslan er stongd leygar­dagin
Norð­oyastevnucafé í Varpinum
Vælkomin Aksel Bendtsen !
Team Klaksvík er umboðað á U16-landsliðn…
Framsýning við Arnold Vegghamar í Varpin…
Her er startrøðin til kappróðu­rin á Norð…
Norð­oyastevna: Livandi framsýning av før…
VIDEO: Góð mál frá 1/­3 av lands­kappingin…
Magnus Powell hevur nú 50 dystir uttan t…
Omanlop millum Hiplingardal og Góðadal
Tríggir ferðaleiðarar tiknir
Summarskeið í para-judo gevur børnum try…
Lýsing