Lýsing
Lýsing
Lýsing

Viðkomandi ráðstevna um virðisøking og nýskapan

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.07.2018 - 20:32 Tíðindaskriv Vinna

Ein týðandi partur av vinnustevnuni Faroexpo er ráðstevnan í Løkshøll. Heitið á ráðstevnuni á Faroexpo 2018 er, Vinna & Vælferð, ráðstevnan verður 26. oktober kl. 13-17.

Ráðstevnan fer at viðgera hvussu vit skapa nýggjar vinnur og virðisøking í verandi vinnu. Fokus verður á hvussu vit tryggja nóg stóran virðisvøkstur, soleiðis at vælferðarsamfelagið megnar at halda núverandi støði og væl tað í nógv ár fram.

Faroexpo hevur fingið tveir altjóða serfrøðingar at tosa um, hvussu vinnugrundarlagið kann breiðkast, so samfelagið verður minnið bundið av tilfeingisvinnuni og hvussu tilfeingi kann gagnnýtast betur. Umframt hetta verður hugleitt um, hví tað er so ringt at skapa vinnur í Føroyum, sum ikki hava nakað við fisk at gera.

Eftir fyrilestrarnar verður eitt pallborð við formonnunum í stóru politisku flokkunum, og er málið, at hesir skulu svara, hvat teir ætla við Føroyum, og okkum sum búgva her, tá ið tað snýr seg um vinnu og varðveitan av vælferðarsamfelagnum. Áhoyrararnir fáa høvi at seta spurningar bæði til fyrilestrarhaldararnar og til politikararnar.

Ráðstevnan, Vinna & Vælferð, er almenn - meiri kunning og tilmelding á www.faroexpo.fo.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja