Lýsing
Lýsing
Lýsing
Karl Johansen er sýslumaður í Norðoyggjum

Sýslumaðurin: - Dagførið grindalistarnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.07.2018 - 10:48 Mentan Tíðindi

Tað áliggur formonnunum fyri ymsu grindabátunum at halda listarnar ajour. Tað er ov seint at gera tað, tá grindin er deyð. Vit fara at leggja grindalistarnar á heimasíðuna hjá Norðlýsinum í næstum, sigur Karl Johansen sýslumaður

Hetta er tíðin tá grindaboðini koma og tá heimapartar skulu býtast, ja, so gongur telefonin hjá sýslumanninum heit. Fólk vilja vita um tey eru uppi á listanum ella bátinum, sum tey hoyra til. 

Í Norðoyggjum hevur hendan skipanin nógv ár á baki. Ymsu bátarnir hava ein ella fleiri formenn, hvørs ábyrgd tað er at halda listarnar dagførdar, sum sýslumaðurin síðani býtur heimapartarnar eftir. Fólk doyggja, nýggj koma til, fólk flyta úr og til Klaksvík, so tað er eitt ávist skrásetingararbeiði at gera. Formenninir ringja runt at frætta um talið í húsarhaldinum og at enda verður listin latin sýslumanninum. 

- Vit uppliva at tá grindin er deyð, so fara telefonirnar hjá okkum at kima. Fólk vilja vita hvørjum lista tey eru á, spurningarnir eru nógvir. Vit hava ríkiligt um at verða annars, við at fáa grindina til høldar, so eg vil heita á formenninar at dagføra grindalistarnar, sigur Karl Johansen. 

- Vit fara at leggja grindalistarnar á heimasíðuna hjá Norðlýsinum í næstum. Hetta vil lætta um og skunda undir at listarnir verða ajourførdir regluliga, sigur Karl Johansen. 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…