Sjey aðalráð geva Sandoynni umboðan
At Fólkaflokkurin setir 3 landsstýrisfólk ger, at Kristian Krog Hentze av Sandi kemur á Løgting sum fastur varalimur. Norðlýsið hevur hugt at, hvussu landafrøðiliga býtið millum løgtingsfólk er, nú Landsstýrið er mannað.
Fyrivarni: Tikið verður í niðanfyristandandi fyri givið, at fólkatingslimurin Anna Falkenberg ikki fer á Løgting sum fast varafólk fyri Sambandsflokkin.
Norðoyggjar verða lutfalsliga væl umboðaðar á Løgtingi hesa ferð. Tey seks tingfólkini Árni Skaale, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Sámal Petur í Grund, Steffan Klein Poulsen, Eirikur í Jákupsstovu og nú eisini Hermann R. Samuelsen búgva øll í Norðoyggjum.
Eysturoyggin verður hinvegin ikki so væl umboðað í mun til fólkatalið. Bert fýra tingfólk eru haðani: Bill Justinussen, Helgi Abrahamsen, Atli F. Johansen og nú eisini Magni Højgaard eru allir búsitandi í Eysturoynni.
Norðstreymur fær somu umboðan sum í gomlu valdømisskipanini, nevniliga tveir tingmenn. Teir báðir eru Grímur Sundstein og Ben Arabo.
Vágar fáa trý umboð hesa ferð: Jóhannis Joensen, Jørgen Niclasen og nú eisini Fíu Selmu Nielsen.
Nógv flest tingfólk búgva í Suðurstreymoy: Sunnvá D. Høgfeldt, Fróði Magnussen, Johan Dahl, Bjørg Súsanna Brynhildardóttir Egholm, Høgni K. Hoydal, Liljan Weihe, Hervør Pálsdóttir, Jenis av Rana, Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen, og afturat teimum koma nú Astrið Breckmann, Bjørt Lind og Eyðgunn Samuelsen. Tilsamans eru tey 13 í tali.
Kristian Krog Hentze av Sandi kemur nú eisini á ting. Hann er 3. varalimur og hevði ikki komið á ting, hevði Fólkaflokkurin bert havt 2 landsstýrisfólk.
Og fýra fólk úr Suðuroynni bleiv tað til eftir samgongutelvingina hesaferð: Erhard Joensen, Sirið Stenberg, Súsanna Bertholdsen og Bjarni Hammer.