Lýsing
Lýsing
Nýggi løgmaður Føroya verður klaksvíkingurin Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum. Tað váttar hann í dag | Mynd: Jóhann Lützen

Beinir Johannesen verður løgmaður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.04.2026 - 15:21 Politikkur Tíðindi

Samgongufólk hava higartil verið tøtt sum tunnan um bæði samgonguskjalið og málsøkjabýtið, men Beinir Johannesen hevur kunngjørt, at hann verður løgmaður í nýggju samgonguni millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin

 

 

Beinir Johannesen er føddur 12. februar 1997 og er harvið 29-ára gamal. Hann verður sostatt nógv tann yngsti løgmaðurin, ið nakrantíð hevur sitið. Metið higartil hevur Atli P. Dam (1932-2005), ið var 38 ár, tá hann gjørdist løgmaður í 1970, men tað verður nú tikið við ikki færri enn 9 árum.

Í morgin verður samgonguskjalið almannakunngjørt. Ein av orsøkunum til, at málsøkjabýtið ikki er alment, er, at ikki allir flokkarnir í samgonguni enn hava sett navn á landsstýrisfólk. Aksel V. Johannesen sigur við Kringvarpið, at Javnaðarflokkurin enn ikki hevur útpeikað síni boð upp á landsstýrisfólk. Hann sigur víðari, at tað møguliga ikki verður fyrrenn mánadagin, at tey verða útnevnd.

Heldur ikki Bárður á Steig Nielsen veit enn at siga, um hann verður landsstýrismaður; Sambandsflokkurin hevur heldur ikki avgjørt tað sambært útvarpstíðindunum kl. 15. Men roknað verður við, at allir floksformenninir fara í Landsstýrið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...
Málsøkjabýtið er liðugt avgreitt
Mia og Miriam eru í FM finaluni í einman…
Skaðar fyri 342 milliónir í 2025