Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinnuni er nú 1,4 milliardir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.04.2026 - 09:55 Myndarøð Tíðindi Vinna

Ferðavinnan styrkti sína støðu sum triðstørsta útflutningsvinna í Føroyum í 2025.

 

Fyribilstøl frá Hagstovu Føroya vísa, at útlendsk ferðafólk góvu góðar 1,4 milliardir í útflutningsvirði í 2025, samanborið við 1,3 milliardir í 2024, tá ferðavinnan stóð fyri 7,6% av samlaða føroyska útflutninginum (2025 tølini fyri samlaða útflutningin eru ikki tøk enn).

Talið av ferðafólkum hevur staðið í stað seinastu trý árini, við uml. 130.000 ferðafólkum árliga. Hóast tað, vaks umsetningurin við útvið 100 mió. kr í 2025, samanborið við árið fyri, orsakað av fleiri flogvegis gestum, ið hava hægri nýtslu og sum heild steðga longri, enn tey ið koma sjóvegis. Í 2025 komu uml. 70.000 flogvegis og 60.000 komu sjóvegis, samanborið vð 65.000 flogvegis og 65.000 sjóvegis árið fyri.

”Eg fegnist um, at vit miðvíst fáa hægri úrtøku úr hvørjum ferðafólki. Tað at vit hava fingið nógv fleiri ferðavinnutilboð seinnu árini, ger at ferðafólkini steðga longri og sostatt leggja enn meiri eftir sær enn áður”, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.

Hagstovan hevur á fyrsta sinni eisini savnað tøl inn fyri stutttíðarleigu (airbnb, booking vm.), og visa tey tølini á eina sølu á 160 mió. kr., deildar út á 1200 útleigaðar eindir kring alt landið. 

Nærri kunning um hagtølini fæst í ársfrágreiðingini hjá Visit Faroe Islands fyri 2025, ið sæst her: https://issuu.com/visitfaroeislands/docs/visit_faroe_islands_rsfr_grei_ing_2025?fr=xGAEgASgBPf81NTU

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag