Lýsing
Lýsing
Lýsing

Varpið aðalfund

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  10.04.2026 - 12:00 Mentan Tíðindi Vinna

Ársfundur verður í Varpinum fríggjadagin 10. apríl 2026 kl. 15.00

Varpið hevur verið sera væl vitjað og nógv brúkt til ymisk størri og smærri tiltøk. Umleið 600 tiltøk hava verið í Varpinum, síðani dyrnar lótu upp í oktober 2023.

Bara í 2025 vórðu umleið 270 tiltøk, av øllum handa slagi, m.a. konsertir, sjónleikir, framsýningar, fyrilestrar, vinnutiltøk, vitjanir, rundvísingar, fundir, brúdleyp, føðingardagar, borgarafundir, kjakfundir, palllistaskúli, opin pallur, kafé-kvøld, livandi tónleikur, kórvenjingar, sjónleikavenjingar, tónleikavenjingar, studio-upptøkur, listaframsýningar, hátíðarhald, grækarismessa, flaggdagshald, jólahald, og vit kundu hildið fram.

Fyri ikki at nevna FMA, Ítróttarfagnaðin, Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri, sum fekk nógv rósandi orð við á vegnum.

Grunnurin verður umsitin av einum stýri við 5 limum, sum verða valdir soleiðis:

• Klaksvíkar Sjónleikarafelag velur ein lim,

• Norðoya Listafelag velur ein lim,

• Vinnulívsráðið í Klaksvík velur ein lim, og

• Klaksvíkar Býráð velur tveir limir

Limirnir verða valdir fyri 4 ár í senn aftaná eitt býráðsval.

Stýrið skipar seg sjálvt við formanni og varaformanni.

Stýrið ásetir nærri reglur fyri virki sítt og er heimilað at seta dagligan leiðara fyri grunnin at samskipa virksemið

 

Ársfundur

Ein serstakur stýrisfundur verður á hvørjum ári hildin fyri 1. apríl (ársfundur). Á hesum fundi hava nevndirnar hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Norðoya Listafelag, Klaksvíkar Hornorkestri, Vinnulívsráðnum í Klaksvík, Klaksvíkar Tónleikarafelag, og Klaksvíkar Býráð talurætt, meðan valdu umboð teirra hava atkvøðurætt. Ársfundurin verður lýstur minst 14 dagar frammanundan.

Ársfundurin verður hildin við hesi dagsskrá:

1 - Formansfrágreiðing um farna roknskaparár, og roknskapurin skal góðkennast.

2 - Ársfrásøgn Grunsins verður løgd fram til góðkenningar.

3 - Samsýning til stýrið verður møguliga ásett.

4 - Val av grannskoðara.

5 - Ymiskt.

 

Ársfundur verður í Varpinum fríggjadagin 10. apríl 2026 - kl. 15.00

Lagt út fyrstu ferð 25.03.2026 kl. 16.41

Lýsing
Seinastu tíðindini
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð