Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbýnum

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  17.04.2026 - 14:13 Tíðindi

Klaksvíkar kommuna fer í næstum undir at gera eitt nýtt alment parkeringsøki í miðbýnum, sum skal betra munandi um parkeringsviðurskiftini í økinum. Samlaða økið er umleið 2.500 fermetrar av kommunalum lendi.

 

Sum myndin vísir, verður parkeringsøkið staðsett millum Hotell KG og Føroya Bjór. Her hevur kommunan, í samstarvi við eigaran av nýggja hotellinum, gjørt avtalu um at seta í verk eitt alment parkeringspláss við plássi fyri umleið 30 til 35 bilum. Hetta er eitt týðandi stig í arbeiðinum at betra um parkeringsmøguleikarnar í miðbýnum, bæði fyri íbúgvar, hotellgestir og vinnulív.

Á býráðsfundi hin 9. apríl samtykti Klaksvíkar býráð at geva fyrisitingini heimild at fara undir samráðingar við Føroya Bjór um at geva fyritøkuni ræðisrætt til part av økinum, uml. 900 fermetrar, til nýtslu í sambandi við virksemið hjá fyritøkuni.

Fundir hava verið millum kommununa og Føroya Bjór, og tað, sum er eftir at fáa upp á pláss, er spurningurin um, hvussu leingi Føroya Bjór skal hava rætt til at nýta hetta lendið.

Við nýggja parkeringsøkinum verður eitt stig tikið móti einum meira atkomuligum og livandi miðbýi, har pláss verður fyri bæði býarlívi, ferðslu og einum livandi vinnulívi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár