Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heimsmálini á bókasøvnunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.04.2026 - 13:43 Mentan Tíðindi

Aftur í ár fara føroysku bókasøvnini at varpa ljós á heimsmálini í viku 17. Við heimsmálunum mælir ST til, at vit bæði tvørtur um lond og í okkara nærumhvørvi arbeiða við burðardygd, og her hava bókasøvnini eisini eina ábyrgd.

 

Hesuferð er evnið burðardygg matmentan.

Í ár vera søguløtur fyri børn har lisið verður úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”, brotið í bókini snýr seg um mat og at mann ikki skal eta hvønn annan. Fyri vaksin vera verkstovur um súrgaðar mjólkaúrdráttir.  Umframt hetta fara bókasøvnini at hava framsýningar við bókum um evnið.

Skráin fyri tiltøkini er hendan:

Mánadagin 20. apríl:

Verkstova á Klaksvíkar bókasavni kl. 16.30 - Tjóðhild Patursson fer at tosa um at súrga mjólkaúrdráttir. Tjóðhild sigur frá um mjólkamentan og teir siðir, vit hava við at súrga mjólk. Síðani fer hon at vísa, hvussu fólk lættliga kunnu gera sær sína egnu súrgaðu mjólk og luttakararnir sleppa eisini at royna seg og fáa ein startara við heim.

Týsdagin 21. apríl:

Søguløta á Klaksvíkar bókasavni kl. 16.30 - Hjálmar Dam lesur brot úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”.

Søguløta á Gøtu bókasavni kl. 17.30 - Hjálmar Dam lesur brot úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”.

Mikudagin 22. apríl:

Søguløta á Vágs býarbókasavni kl. 11.30 - Hjálmar Dam lesur brot úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”.

Verkstova á Býarbókasavninum kl. 16.30 - Tjóðhild Patursson fer at tosa um at súrga mjólkaúrdráttir. Tjóðhild sigur frá um mjólkamentan og teir siðir, vit hava við at súrga mjólk. Síðani fer hon at vísa, hvussu fólk lættliga kunnu gera sær sína egnu súrgaðu mjólk og luttakararnir sleppa eisini at royna seg og fáa ein startara við heim.

Sunnudagin 26. apríl:

Søguløta á Býarbókasavninum kl. 15.00 - Hjálmar Dam lesur brot úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”.

 

Mikudagin 29.apríl:

Verkstova í auluni í Vágs skúla kl. 20.00 - Tjóðhild Patursson fer at tosa um at súrga mjólkaúrdráttir. Tjóðhild sigur frá um mjólkamentan og teir siðir, vit hava við at súrga mjólk. Síðani fer hon at vísa, hvussu fólk lættliga kunnu gera sær sína egnu súrgaðu mjólk og luttakararnir sleppa eisini at royna seg og fáa ein startara við heim.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár