Norðlýsið skilir...
Mánadagin 13. apríl verður klaksvíkingurin Beinir Johannesen Føroya løgmaður. Tað tykist púra greitt eftir at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkkurin og Javnaðarflokkurin í gjárkvøldið vórðu samdir um málsøkjabýtið
Tað verður á løgtingsfundinum mánadagin, at 29 ára gamli Beinir formliga verður valdur til løgmann. Hann verður fyrsti løgmaður fyri Fólkaflokkin, síðani Annfinn Kallsberg, sáli, legði frá sær í 2004.
Beinir avloysir ein annan Búðamann, pápabeiggjan Aksel V. Johannesen, í heita sessinum. Sum Norðlýsið skilir, so fara teir báðir tó at samstarva í landsstýrinum, tí Aksel fær tunga sessin sum fíggjarmálaráðharri. Tað merkir sannlíkt, at Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum fær uttanríkismál.
Norðlýsið hevur hildið uppá, at tað verða íalt 7 aðalráð. Fólkaflokkurin fær løgmann pluss tvey, meðan Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa tvey hvør. Vit gita, at tær báðar, Eyðdis Hartmann úr Sambandsflokkinum, og Margit Stórá úr Javnaðarflokkinum, eru góð boð uppá landsstýriskvinnur í nýggju samgonguni. Næstvaldi á fólkaflokslistanum, Bárður á Lakjuni, er eisini upplagdur landsstýrismaður.
Samgongusamráðingarnar hava at síggja til gingið sera væl. Beinir hevur verið tættur sum tunnan, men hann hevur ongantíð dult fyri, at tingingarnar høvdu gott flog, og hvørja ferð er eydnast at finna semjur í truplu málunum.
Hugsjónarliga hevur søguliga verið langt ímillum partarnar, so langt, at Aksel í 2012 boðaði frá, at Javnaðarflokkurin fór ikki í samgongu aftur við Fólkaflokkin, meðan hann var formaður. Men gjáin er smalkað nógv, síðani bróðursonurin tók við sum formaður í Fólkaflokkinum í 2022, og í valstríðnum var ilt at taka dagar ímillum flokkarnar.