Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tá ið luftin er óstøðug, er altíð áhugavert at hyggja eftir skýloftinum. Ælini eru sera lokal, um nakað eitur so. Koyrandi ein biltúr sóu vit bláan himmal, og tað var neyðugt við sólbrillum, men bert lítla løtu gjørdist myrkt undir einum grovum æli við regni ella kava. Og so var aftur turt og sólglottar. Á hesari myndini, tikin seinnapartin í gjár, sæst eitt grovt æl – skúrur – koma niður úr einum skýggi (cb). Rundan um skýggið er einki avfall og í støðum sól- ella sólglottar. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  06.04.2026 - 14:05 Tíðindi Veðrið

Vit fara at fáa onkra løtu við lítlum vindi í vikuni, sum júst er byrjað, men eisini onkra løtu upp í skrið. Ikki ein turr vika, men tó heldur ikki so vátt, sum í næstsíðstu viku. Trý brúgvaløg við regni fara framvið. Tað fyrsta í nátt og í morgin. Morgindagurin fer at vera tann vátasti í vikuni.

Trý lágtrýst vindi vindi og regni fara hesa vikuna at ferðast í landnyrðing nakað vestan fyri Føroyar, og vit fara tí fyri tað mesta at hava suðurætt ella útsynning frá í nátt og vikuna út. Luftin kemur úr miðjum Norðuratlantshavi, og tí er hon slavin. Ta nógvu vætuna fara vit at síggja hangandi sum tung skýggj niður yvir fjallatindarnar næstan alla tíðina.

Hitalagið fer at vera støðugt úr 3 stigum upp í 9 stig. Tá ið komið er fram í móti vikuskiftinum er kavin næstan allur vekk. Á onkrum høgum fjalli ella fjallatindi fer okkurt helst at vera eftir.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag.

Tað hevur verið næstan stilli í morgun, upp í 3 m/s av ymsum ættum. Seinnapartin fer hann at veksa vindin av landsynningi upp í 5 til 10 m/s, men enn samdrigið og yvirhøvur turt. Í kvøld veksur hann upp í skrið, 13 til 18 m/s, samdrigið, og tað fer at regna. Út á náttina frískur vindur upp í strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 m/s, framvegis samdrigið, men ber okkurt ælið. Hitin 3 til 8 stig.

Týsdagin:

Frískur vindur sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og turt ella okkurt ælið fyrrapartin, men regn út á seinnapartin. Um kvøldið minkar hann vindin niður í lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, framvegis samdrigið og regn. Men út á náttina smá- ella hálvskýggjað og tað slítur í. Hitin 4 til 9 stig.

Mikudagin:

Fyrrapartin frískur vindur sunnan, 5 til 10 m/s, ádrigið og yvirhøvur turt. Út á seinnapartin og um kvøldið strúkur í vindi sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og sum frá líður regn. Um náttina minkar hann vindin niður í frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og bert okkurt ælið. Hitin 4 til 9 stig.

Hósdagin:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 3 til 8 stig.

Fríggjadagin:

Veksandi vindur upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið og um náttina frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, men framvegis samdrigið og regn. Hitin 4 til 9 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð