Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Røða, ið Kári Sverrisson helt í sambandi við samhugatiltak fyri Palestina 6. apríl 2026:
Javna Gasa við jørðina! Lat einki barn vera eftir..." (1)
Hesi orðini eigur Nissim Vaturi, og tey vórðu søgd í oktober 2023. Vaturi er tinglimur fyri Likud, størsta politiska flokkin í Ísrael, og hann er næstformaður í tinginum Knesset. Tvs. ikki bara okkurt tilvildarligt vittuggi, men ein ísraelskur politikari á ovastu rók. Í fjør segði hann eisini, at "Hvørt barn í Gasa er longu yvirgangsfólk, áðrenn tað er føtt" (2), "fólk í Gasa kunnu illa flokkast sum menniskju" (3) og "Øll vaksin í Gasa mugu fyribeinast" (4)
Orðingar sum hesar eru ikki óvanligar millum politikarar og onnur í Ísrael. Mín einfaldi spurningur, sum eg ætli at seta og viðgera í hesari røðuni, er, hví vilja føroyingar vera í parti við teimum, sum málbera seg so um onnur menniskju, og sum eisini fara fram hareftir? Hvørjar dygdir halda tey búgva í útsøgnum sum teimum hjá Vaturi? Hvussu fáa fólk tær at hanga saman við einari glæstrimynd av einari moralskt upphevjaðari tjóð og av "Guðs útvalda fólki", sum ísraelar av fleiri føroyingum verða nevndir?
Mánadagin í farnu viku samtykti Knesset eina lóg um deyðarevsing fyri palestinar, sum hesin sami Nissim Vaturi og trygdarmálaráðharrin Itamar Ben-Gvir í felag høvdu snikkað saman. Lógvabrestirnir dundu í salinum, og fólk lupu um hálsin á hvørjum øðrum í ovfarakæti, tá ið lógin varð samtykt við greiðum meiriluta.
Ben-Gvir hátíðarhelt inni í tingsalinum við at koma fram við sjampagnufløskum; "Hetta er søguligt! Við Guðs hjálp fara vit skjótt at avrætta teir ein fyri og annan eftir" (5), segði hann, skonkti sjampagnu, og fólk vóru á lofti. Eisini Netanyahu, sjálvandi.
Revsingin er galdandi fyri "yvirgang móti Ísrael sum stati, um atsóknin krevur eitt jødiskt lív". Okkurt um 110 palestinar eru longu deyðir í ísraelskum fongslum síðani í oktober '23 -, og tað hevur sum oftast verið eitt úrslit av píning, ið fór so langt, at fangin doyði, og tað hevur elvt til atfinningar og ákærur um lógloysi, eisini í Ísrael. Nú ber til, við lógini í hondini og aftaná okkurt slag av rættargongd, at avrætta palestinar í ísraelskum fongslum innan "lógligar karmar". Ísraelar eru longu farnir at fyrireika serligar deyðsgongir og miðstøðir til avrætting av palestinum, skrivaði tíðindamiðilin Middle East Eye 9. februar í ár (6).
Hvat halda føroyingar um sovorðið? Hvat heldur Løgtingið? Vit vita ikki, men á Fólkatingsvalinum 24. mars gjørdist tað greitt, at føroyingar hava stóran áhuga fyri hesum evninum. Nógv halda framvegis, at vit mugu verja hetta útvalda fólkið og statin Ísrael, ið er fyri so stórum ágangi allastaðni frá. Ikki frá heimsins stjórnum og parlamentum endiliga, men serliga frá ófrættakendum lesarabrøvum og óhugnaligum, valdsmiklum samkomum sum hesari.
Her verður eitt nú flaggað við palestinskum fløggum í dag, og stóð tað til onkrar ísraelskar politikarar og ráðharrar, m.a. Amichai Eliyahu, høvdu vit øll fingið deyðarevsing fyri tað. Sambært The Times of Israel segði hann 5. november 2023, at "ein og hvør, ið veittrar við einum palestinskum flaggi, ...skuldi ikki fingið loyvi at livað víðari á jørðini" (7). Tað var sami politikari, sum helt tað vera ein møguleika bara at kasta eina atombumbu yvir Gasa. Stuðla føroyingar eisini tí? Neyvan, men hvørjum so?
Vit kunnu halda, hvat vit vilja, um eitt sovorðið Fólkatingsval, ið var herfyri - um tað hevur nakað upp á seg ella ikki -, men tað vísti okkum, ið hvussu er, eitt greitt rák: Ein stórur partur av føroyingum valdi at lata seg sannføra av populismu, fremmandaótta og demagogi. Tá ið vit reksa hesi orðini upp í einum føroyskum samanhangi, hava fleiri helst hug at smírast, tí vit vita, at hetta er sovorðin spælipopulisma, og at hon ikki fer at hava so stóra ávirkan á gerandisdag okkara her og nú. Og tó... tú skalt longu nú duga at venja teg við, at leiðarin á arbeiðsplássinum fær skrivligar klagur um, at tey hava sett ein sum teg í starv, og at tey á leiðslufundum viðgera krøv frá borgarum um at geva tær fótin, tí tú ikki stuðlar Ísrael og harvið ert antisemittur, nýnasistur og rasistur, og at tú hevur ringa ávirkan á tey rundanum teg. Beinleiðis berufsverbot havi eg ikki hoyrt um enn, men har eru fólk, ið royna sítt besta at fáa tað innført. Ert tú ein av fáu muslimunum í landinum (vaksin ella barn) skalt tú eisini duga at taka niðrandi orðalagið um muslimar sum heild. Vit hoyra, ið hvussu er, fá mótmæli.
Afturímóti at fáa rakettir og bumbur sleptar niður yvir seg, ongastaðni hava at flýggja ella verða tveitt í ein fangakliva og verða pínd, er tað, vit uppliva her, sjálvandi lítið at tosa um, men vit hava upplivað eina samskipaða, ágrýtna roynd at rættvísgera, fjala útyvir og fáa fólk at tiga um tað, Ísrael hevur gjørt seinastu árini, bæði frá politikarum, samkomufólki og sokallaðum ísraelsvinum.
Tað hevur ofta verið ført fram, at Ísrael er eitt vælvirkandi fólkaræði, at tað als ikki minnir um nakað, vit kundu kallað eitt apartheid-stýri, og at øll í landinum hava sama rætt. Men á hvørjari grund? Í 2019 skrivaði Benjamin Netanyahu: "Ísrael er ikki ein statur fyri allar borgarar í honum... men heldur ein nationalstatur fyri jødiska fólkið, og bert tey!" (8).
Sambært einari ísraelskari spurnarkanning frá í fjør, tá ið bumbingin av Gasa var upp á sítt hægsta, fólk svøltaðu og eingin neyðhjálp slapp inn yvirhøvur, tóku 70% av sekulerum ísraelum undir við at útvísa allar palestinar úr Gasa - eitt nú til Egyptalands -, meðan 97% av teimum ultra-ortodoksu tóku undir við hesum sama (9).
Ísraelska harrafólkshugsjónin hevur ongantíð verið nakað loyndarmál, og føroysku veljararnir høvdu allar møguleikar at velja á einum upplýstum grundarlagi. Her er eingin undanførsla longur.
At javna Gasa við jørðina hevur gingið væl; Nissim Vaturi og onnur við honum fingu síni ynski uppfylt. 92% av økinum liggur í skeljasori, og í minsta lagi 75.000 fólk, harímillum 21.000 børn, eru myrd av ísraelskum bumbum, rakettum og snigskjúttum. Uttan iva nógv fleiri, tí mong liggja enn undir húsaleivdum, og eru ikki tald við. Okkurt um 170.000 eru særd (10). Flestu stjórnir í vesturheiminum hugdu burtur, stuðlaðu enntá, og lótu Ísrael gera "skitna arbeiðið", júst sum tað vildi.
Ísrael, sum, eftir øllum at døma, droymir um eitt Stórísrael, ið fevnir um stóran part av Miðeystri, heldur tí fram í grannalondunum við júst somu framferð. Eitt nú í Libanon: biður fólk flyta úr sínum økjum, bumbar økini, og síðani støðini, hagar fólkini eru flýdd (11). Taktikkurin hevur í altjóða fjølmiðlum fingið almenna heitið Gasa modellið.
Meðan heimsins eygu hyggja at ísraelsku og amerikansku bumbingini av Iran, Libanon og øðrum londum, nýta ísraelsk niðursetufólk høvið at taka jørð frá seyðahirðum á Vestara áarbakka (12), seta hegn upp rundanum palestinskar bygdir, seta eld á bygdirnar, og buka og drepa palestinar í øllum aldri. Hetta kundu vit lesa um í einari grein í ísraelska miðlinum Haaretz herfyri, ið bar heitið "Everyone in this country has gone insane" (13) (tvs. "Øll í hesum landinum eru farin av vitinum").
Síðani oktober 2023 hevur Ísrael handtikið og fongslað 18.500 palestinar í øllum aldri, áleið 10.000 eru í ísraelskum fongslum í løtuni, og píning móti teimum er ógvuliga útbreidd. Hetta vísa kanningar hjá Sameindu Tjóðum (14) og ísraelska mannarættindafelagsskapinum B'Tselem (15).
Kanningin við heitinum "Vit komu aftur úr helviti", ið altjóða felagsskapurin Committee to Protect Journalists gav út fyri stuttum, sýnir eisini, at av 59 palestinskum tíðindafólkum, ið hava sitið í ísraelskum fongslum seinastu tvey árini fyri sítt arbeiði, og sum CPJ hevur havt samrøður við, hava 58 verið fyri píning (16) (17) (18).
Vitnisfrágreiðingar hjá palestinskum fangum, ið hava verið fyri píning og neyðtøku, er ikki lesnaður fyri viðkvæmar sálir, og eg fari ikki í smálutir her. Men eg fari at enda við einari stuttari frágreiðing um ein nýggjan úrskurð hjá ísraelskum dómstóli:
Hann snýr seg um fimm IDF-hermenn, sum í 2024 neyðtóku ein palestinskan mann, teir høvdu bundið fyri eyguni á og lagt í hondjørn í ísraelska Sde Teiman-fongslinum. Hann varð drigin upp av gólvinum, har okkurt um tjúgu aðrir hálvnaknir palestinskir fangar lógu fram eftir rommum á einum betonggólvi. Hermenninir skiftust um at neyðtaka mannin. Umframt sálarligt mein, fekk palestinski maðurin stóran likamligan skaða; eitt brostið lunga, fleiri brotin rivjabein og ein endatarm, ið var skorin upp.
Í farna mánað sluppu hesir fimm menninir undan øllum ákærum, hóast læknalig prógv og vitnisfrágreiðingar vóru greið. Bezalel Smotrich, fíggjarmálaráðharri Ísraels, segði, at hermenninir, ið høvdu framt neyðtøkuna, áttu ikki at verið viðfarnir sum brotsmenn, men sum hetjur (19), Israel Katz, ísraelskur verjumálaráðharri, segði, at ákærurnar móti hermonnunum var sonevnt "blóðbakbit", tvs. jødahatur og einki annað, og Netanyahu fegnaðist um avgerðina hjá rættinum og segði, at "ísraelski staturin má berjast móti sínum fíggindum, ikki ímóti sínum djørvu stríðsmonnum." (20) Hví tað var so djarvt av fimm hermonnum at neyðtaka ein bakbundnan mann, er óskiljandi, men tað er, eftir øllum at døma, hesum hugsunarháttinum, sum ein stórur partur av føroyingum stuðlar í verki.
Ella; um tað ikki er alt hetta, føroyingar vilja stuðla, hvat er tað so?
Svarið er helst samansett. Tað er greitt, at religiøs fanatisma, tabu og ein illvilji ímóti at seta seg inn í óhugalig fakta hevur ein stóran leiklut. Staturin Ísrael er hevjaður yvir at verða kritiseraður av vanligum, deyðiligum menniskjum. Hetta verður ein søk millum Guð og Ísrael, og mong tykjast at halda, at vit ikki eiga at seta spurningar við Ísrael og ætlanir Guðs. Ísraelskir politikarar eru púra samdir. Fyrrverandi verjumálaráðharrin Yoav Gallant segði í einari røðu, hann helt fyri IDF-herfólki í 2024: "Eingin í verðini skal læra okkum nakað um moral, og um hvat normar eru" (21).
Men religión er ikki einasta frágreiðing. Av onkrari orsøk góðtaka fleiri ímyndina av Ísrael sum umboð fyri vesturlendsk virðir, og nokta at spyrja, um vit og okkara sonevndu sameindu viðhvørt kunnu fara skeiv. Vantandi viljin til sjálvrannsakan er ræðandi, og hevur veruligar avleiðingar.
Vit hava øll ábyrgd av, at vísa á, hvat fer fram. Ólýdni og boykott vóru einastu amboð, ið hjálptu móti apartheid og kúgan í Suðurafrika á sinni, og tað verður tað sama við Ísrael. Tí mugu Føroyar saman við øðrum krevja, at Ísrael heldur altjóða lóg, og virðir mannarættindi. Takk fyri, at tit lýddu á.
Keldur:
1)The Zionism Observer; https://zionism.observer/nissim-vaturi
2) Middle East Eye, 14. februar: Israeli politician says ‘any child’ born in Gaza is ‘already a terrorist’ (https://www.youtube.com/shorts/VuC2C4VYuvg)
3) Middle East Monitor, 25. februar 2025: https://www.middleeastmonitor.com/20250225-israels-deputy-knesset-speaker-calls-for-killing-subhuman-palestinians/
4) Middle East Eye, 24. februar 2025: https://www.middleeasteye.net/news/senior-israeli-official-says-palestinian-adults-gaza-should-be-eliminated
5) France 24, https://www.france24.com/en/middle-east/20260402-an-eye-for-an-eye-israel-death-penalty-law-is-retaliatory-and-electorally-motivated
6) Middle East Eye, 9. februar 2026: https://www.middleeasteye.net/news/israel-begins-preparations-execution-palestinian-prisoners-report
7) The Times of Israel, 5. november 2023: "Far-right minister says nuking Gaza an option, PM suspends him from cabinet meetings"
8) Amnesty International: https://www.amnesty.org/en/latest/campaigns/2022/02/israels-system-of-apartheid/
9)https://mondoweiss.net/2025/05/poll-shows-israeli-belief-that-palestinians-should-be-eradicated-is-no-longer-a-fringe-opinion/
10) The Guardian, 18. februar 2026: "Gaza death toll for first 16 months of war far higher than reported, says peer-reviewed study", https://www.theguardian.com/world/2026/feb/19/gaza-death-toll-higher-than-reported-lancet-study
11) Democracy Now!, 13. mars 2026: "Report from Beirut: Israel Expands Bombing Campaign & Mass Displacement in Lebanon" (https://www.youtube.com/watch?v=tygRo5-PxQ4)
12) Channel 4 News, 12. mars 2026: "Israeli settler attacks soar in West Bank as Iran war rages": https://www.youtube.com/watch?v=RqzZDokpbjI
13) Haaretz, 5. mars 2026: "Everyone in this country has gone insane". https://www.haaretz.com/opinion/2026-03-05/ty-article-opinion/.premium/everyone-in-this-country-has-gone-insane/0000019c-bac6-d0a6-a5ff-bfc62e3b0000
14) Sameindu Tjóðir, 19. februar 2026: A/HRC/61/71: Torture and genocide - Report of the Special Rapporteur on the situation of human rights in the Palestinian territories occupied since 1967 - Advance edited version
15) B'Tselem: Welcome to Hell (https://www.btselem.org/publications/202408_welcome_to_hell)
16) "We returned from hell", CPJ (Committee to Protect Journalists) 19. februar 2026 (https://cpj.org/special-reports/we-returned-from-hell-palestinian-journalists-recount-torture-in-israeli-prisons/) We returned from hell’: Rights group raises alarm over torture in Israeli jails: https://www.youtube.com/watch?v=2ZrrBi-8AlI (Um píning av palestinskum tíðindafólki)
17) "Beaten, Starved, Tortured: New CPJ Report on Abuse of Palestinian Journalists in Israeli Prisons", Democracy Now!, 26. februar: https://www.youtube.com/watch?v=GEiGI0bCdFc
18) Middle East Eye, 19. februar 2026: ‘Returned from hell’: Press monitor exposes torture of Palestinian journalists by Israel (https://www.middleeasteye.net/news/we-returned-hell-report-exposes-torture-palestinian-journalists-israeli-prisons)
19) Democracy Now!, 13. mars 2026: https://www.youtube.com/watch?v=H50B4It-3hg
20) Associated Press, 12. mars 2026: "Israeli military drops charges against soldiers accused of sexually assaulting Palestinian detainee" (https://apnews.com/article/israel-gaza-war-palestinians-prison-abuse-b11e5f0639b7fe51c5ea101f4b320f56)
21) The Zionism Observer: https://zionism.observer/yoav-gallant