Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.04.2026 - 14:37 Tíðindi

Týsdagin 14. apríl verður nýggjasta listin á Kambsdali avdúkað. Hetta fer fram á móttøku fyri næmingum kl. 11.45 og fyri almenningi kl. 17.00.

Skúlin er nýliga útbygdur, og í hesum sambandi hava tvey listafólk prýtt skúlan við verkum, ið taka støði í virðunum á skúlanum og staðnum.

Á móttøkuni fara listafólkini Jón Sonni Jensen og Kirstin Helgadóttir at greiða frá sínum verkum og listarligu tilgongdini.
Jón Sonni Jensen hevur skapað installatiónina "FLUX" á ovaru hæddini, har nýggju stovurnar hjá náttúrufakunum eru. Verkið er sett saman av nógvum elementum. Elementinin eru antin gipsverk, sum eru blendað inn í veggirnar ella verk í djúpum rammum.

Kirstin Helgadóttir hevur skapað eitt stórt tekstilverk, ið hongur sum ein frisa yvir høvuðsinngongdini.

Bæði Kirsin og Jón Sonni hava brúkt FabLab á skúlanum til at framleiða partar av verkunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag