Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stór føroysk bókaútsøla

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.04.2026 - 14:43 Mentan Tíðindi

Tann stóra føroyska bókaútsølan er frá 9. – 25. apríl 2026 í øllum bókahandlum kring landið.

 

Samlaða talið av bókum í ár er á leið 360 ymiskir titlar, harav ein triðingur eru upprunaligar føroyskar bøkur.

Ein stórur partur av tí, sum er komið út hesi seinastu árini av skaldsøgum, krimi, stuttsøgum og yrkingum er við. Bunkin av yrkisbókum er eisini trivaligur. Bygdasøgur, ævisøgur, siðsøgur, bøkur um ítrótt, námsfrøði og andalig viðurskifti liggja lið um lið við nógvar aðrar.

Og sum altíð eru eisini ein hópur av barnabókum, talið er hesa ferð einar 140 við evnum, sum fevna breitt: alt frá fittum myndabókum til ræðubøkurnar, sum finnast millum ungdómsbøkurnar.

Tað eru Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lærarafelags sum skipa fyri hesi stórhending.

Sum vit hava sagt fyrr, so er tann føroyski bókamarknaðurin so mikið avmarkaður, at tað ber ikki til at hava útsølu við føroyskum bókum hvørt ár, men at halda hesa bókaveitslu annaðhvørt ár vísir seg at bera væl til.

Bókaútsølan er 9. – 25. apríl 2026.

Stór útsøluavís

Stór útsøluavís er at lesa á netinum, m.a. á Posta-appini og á keyp.fo. Soleiðis fáa øll kunnað seg um allar tær deiligu útsølubøkurnar í frið og náðum.

Leinki til útsøluavísina: https://keyp.fo/tilbod/pdf/159d1860-14bd-4c6f-804f-223bca8b75e8

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag