Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mini TeenStreet í Kelduni – 10. og 11. apríl 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.04.2026 - 17:25 Mentan Tíðindi

Komandi vikuskifti, 10. og 11. apríl 2026, verður Mini TeenStreet skipað í Kelduni í Skálafirði. Talan er um eitt tvørkirkjuligt kristið tiltak, sum hevur til endamáls at savna ung og vaksin til uppbyggjandi møtir, lovsang og felagsskap.

 

 

Serligir gestir til tiltakið eru hjúnini Debs og Josh Walker úr Houston, USA. Tey eru væl kend innan TeenStreet arbeiðið, har tey í nógv ár hava virkað sum høvuðstalarar á TeenStreet í Týsklandi. Við sínum royndum og greiðu boðskapi fara tey at undirvísa og tala á møtunum um vikuskiftið.

Evnið fyri møtirøðina er “Vegir”, og undirvísingin tekur støði í Orðtøkunum úr Bíbliuni.

Afturat talu og undirvísing verður eisini ThroneRoom bæði kvøldini. ThroneRoom er ein kend lovsangsløta á TeenStreet, har dentur verður lagdur á góðan og lættan lovsang. Lovsangurin verður leiddur av lovsongsbólkinum frá TeenStreet Europa, sum eisini hevur føroyska luttøku. Eisini verða sangframførslur á skránni. Ungdómskórið í Nebo syngur leygarkvøldið, og eingin annar enn Jóhanna Sámalsdóttir frá Hoydalar, kemur á pallin fríggjakvøldið.

 

Skrá
Fríggjakvøld og leygarkvøld:
Kl. 20.00: Møti við Josh og Debs Walker
Kl. 21.30: Steðgur
Kl. 22.30: ThroneRoom við framførslum

Evnið: Orðrøkini

 

TeenStreet Føroyar er eitt tvørkirkjuligt samstarv millum samkomur og kirkjur, har endamálið er at skapa ein pall, har ung kunnu verða styrkt í trúnni og uppliva ein góðan andaligan felagsskap. Tiltakið er tó opið fyri øllum, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tiltakið er ókeypis, men skipanin av slíkum tiltøkum ber við sær útreiðslur. Tí eru øll vælkomin at stuðla arbeiðinum fíggjarliga við at flyta eina gávu á kontu 9181-1667744 við viðmerkingini TS26FO.

Fyriskipararnir takka fyri stuðul og forbøn og vóna at síggja nógv fólk í Kelduni komandi vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tiltøk í vikuni
KS: Trý nýggj starvs­fólk á Tænastudeildi…
Mini TeenStreet í Kelduni – 10. og 11. a…
Sjey aðalráð geva Sandoynni umboðan
‘’Suffer in Silence’’ er nýtt staklag ef…
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…