Lýsing
Lýsing
Lýsing

Maud skuldi sigla/reka tvørtur um Norðpólin

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  27.07.2018 - 13:20 Kykmynd Tíðindi

Skipið sum heimskendi Roald Amundsen bygdi at siglað í Norðurvestur Passaguni “Maud”, varð beinleiðis orsøk til at norska tjóðarhetjan Roald Amundsen fór á húsagang og at hann gjørdist sera bittur inn á landsmenn sínar.

Jan Wanggard, verkætlanarleiðari, sigur í samrøðu við Norðlýsið at teir verða allarhelst liggjandi í Norðhavnini til mánadagin.


Teir eru komu í gjár til Klaksvíkar úr Grønlandi har skipið hevði ligið fyri veturin.
- Søgan um Maud er eitt sindur men við at nýtt savn, fara vit at foretlja søguna um royndirnar hjá Roald Amundsen at sigla/reka tvørtur um Norðpólin.
- Hann gjørdi tvær royndir men báðar miseydnaðist. Men tað sum fólk ikki vita er at Roals Amundsen gjørdi eitt stórt vísindaligt arbeiði áh ferðunum, men álíkavæl høvdu norrmenn lindi til at flenna at honum, eftir at hann hevði fingið so stóran heiður eftir at hann gjørdi tað bragd at verða fyrsti maður á Suðurpólinum.
- Hetta særdi hann djúpt og endin var at hann fór á húsagang av miseydnaðu ferðunum við Maud og eingin hjálpti honum. Skipið endaði hjá kreditorum í Canada, til tað fyri gott 80 árum síðani sakk og hevur liðið á havsins botni har størtsti parturin av skipinum hevur ligið í ísið alt árið.
- Rannsóknarferðirnar við Maod vóru millum mannað roknaðar sum miseydnaðar og Roald Amundsen gjørdist ein bittur maður tey seinru árini og tað hevði hann veruliga ikki uppiborið.
- Hann var fram úr at standa sum fyristøðumaður fyri rannsóknarferðum, og hann var ótrúliga væl fyrireikaður. Hann kravdi disiplin av monnum sínum, og hóast hann kundi verða beinharður høvdu teir stóra virðing fyri honum.

Les meira um spennandi verkætlanina her:

Heimasíðan

Facebook


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…