Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gadus klárar ikki Sjómannadagin

SKRIVAÐ: Sjomannadagur.fo  |  12.08.2018 - 13:24 Tíðindi Vinna

Sjomannadagur.fo úr savninum 14.08.12

 

Gadus hevur gjørt ein sera góðan túr og lagið umborð var gott, tá vit tosaðu við teir og fingu myndir sendandi.

 

 

Gadus fór avstað týskvøldið 10. juli. Fiskiskapurin hevur verið góður allan túrin og tí verða teir væntandi heima innan tvær vikur, um alt gongur eftir vild. Men sjómannadagin fáa teir ikki við, og hesir hava mist flestu av stóru tiltøkunum í Føroyum í summar. Nógvir norðoyingar eru umborð og tá er tað serliga Summarfestivalurin og Føroya Sjómannadagur, sum liggur teimum nær at hjarta.

 

Mikudagin hevði Gadus væl yvir 600 tons. Skipið tekur umleið 750 tons av flaki, so tað er ikki nógv, ið restar í.  M.a. eru tríggir Biskopstø beiggjar við hendan túrin. Óli, Høgni og Rógvi hava sostatt ikki kunna verið heima til m.a. Summarfestivalin, har beiggi teirra Erik er annar av fyriskiparunum. Rógvi heldur, at tað er tungt at verða burtur, tá hesi tiltøkini eru.

-          - Tað er tungt at verða burtur, tá ein so fer á alnótina og sær, hvussu gott veðrið er og hvussu fólk hugna sær. Sjálvandi er man eisini glaður fyri, at veðrið er við og festivalurin væl eydnaður, men ein hevði altíð vilja verið til staðar. Serliga tá man stendur Summarfestivalinum so nær, nú elsti beiggin er fyrireikari. Men soleiðis er at verða sjómaður, ein kann ikki fáa alt við. Sjómannadagin missa vit eisini. Tá plagar at verða hugnaligt at ganga á bryggjuni og heilsa uppá fólk og fylgja kappingunum. Men vit vistu áðrenn vit fóru avstað, at vit komu at missa hesi tiltøkini, so ein hevur vant seg við tankan. Lagið er gott umborð, nú vit skjótt koma heim, um alt gongur sum tað skal, sigur Rógvi Biskopstø við Norðlýsið úr telefonini.

Skipari hendan túrin er Brandur Joensen. Myndirnar tók Høgni Biskopstø umborð í síðstu viku.

 

 

 

Skrivað hevur: Jákup Ósá

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kaj Leo: Eg stovnið eitt áhugafelag fyri…
Upptakt: KÍ-SJK
Helgi Jacobsen 90 ár
Mowi Føroyar 30 milliónir í yvirskoti í…
Páll A. Klettskarð: Hesir dystir eru nak…
Magnus Powell: Kanska hendur okkurt áðre…
Oljudálking við Grótrætt
Tvey pør í finalunum í tvímansleiki
Seinasta venjingin undan stórdysti­num í…
Miriam og Rúni í finalunum í einmansleik…
Oyggja­leikavetera­nar hittust á Orkney
Hallur Joensen vitjar Norðlýsið
Framerunning: Fleiri gull og met í Danma…
Kring Eiðisvatn í bakandi sól
Náttúrubingo - kom út í náttúruna í summ…
Bakkafrost: Væntað stórt fall í kursinum…
Jóan Símun Edmundsson um KÍ flyting
Hetta er størsti einstaki dystur hjá KÍ…
Konsert við Disney-hittum á Summar Festi…
Myndarøð: VÍkingur á stórskíggja og G!-f…