Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Álvur Haraldsen

Klaksvík 0 – Tórshavn 6

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  17.08.2018 - 09:23 Ítrottur Tíðindi

KÍ hevur við tveimum tapum móti havnarfelgunum seinastu vikuna helst spælt sær av við FM møguleikan í 2018.

Í avgerandi tíðarskeiðnum av Betri Deildini 2018 hevur KÍ stemplað út úr FM stríðnum. Hóast góð avrik í summar í Europa League, so hevur KÍ ikki hildið eins høgt støðið í landskappingini eftir summarsteðgin og tað hevur kostað.

  

B36 vann 2-1 móti KÍ í gjárkvøldið og samstundis sum HB vann tryggan sigur á 07 Vestur, so var hetta helst endin á FM royndini hjá KÍ í 2018, hóast 8 umfør og 24 stig eru eftir at kappast um. Heili 8 stig skilja HB á 1. plássi og KÍ á 2. plássi. KÍ hevur seinastu tvey umførini tapt avgerandi dystir móti báðum teimum stóru Havnarliðunum, og tað sást aftur á stigatalvuni.

  

Dysturin móti B36 var javnur í bæði spæli og málmøguleikum. Men tá vandamiklasti KÍ leikarin var miðverjin, Deni Pavlovic, so lýsti tað væl, at KÍ í løtuni hevur trupulleikar við at skora mál. B36 vann 2-1, og tað ger, at KÍ nú má hyggja niðureftir, tí munurin niður er styttri enn uppeftir. KÍ skal nú í grundini í eitt stríð um Europa League plássini saman við B36, NSÍ og Víkingi, har B36 hevur ein eykamøguleika við at kunna spæla seg umvegis steypakappingina. Eitt av hesum liðum sleppur ikki í Europa League 2018. Við úrslitunum hjá KÍ seinastu tíðina í huga, so er KÍ eitt minst líka gott boð sum nakar annar uppá at vera liðið, sum stendur eftir við ongum Europa League plássi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja