Lýsing
Lýsing
Lýsing

Býartún úti í Klaksvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.01.2014 - 19:46 Eldri tíðindi

Eitt toymi undir býráðnum hevur gjørt sær hugsanir um, hvussu økið í Klaksvíksgarðinum kann gerast meira áhugavert og nýtiligt til ymisk tiltøk.

Eitt toymi undir býráðnum hevur gjørt sær hugsanir um, hvussu økið í Klaksvíksgarðinum kann gerast meira áhugavert og nýtiligt til ymisk tiltøk.

Tað eru teir tríggir, Edward Fuglø, Dávur Winther og Sjúrður Sólstein, sum hava sitið í einum bólki og gjørt sær hugsanir um økið frammanfyri Parlamentið og niðanfyri Fornminnasavnið.

Edward Fuglø hevur gjørt uppskotið, um at flyta MC Grill á annað stað á økinum, møguliga at byggja gomlu kajkioskina uppaftur, og at byggja pall og skapa nøktandi toiletviðurskifti á økinum.

Tað, sum eisini liggur í ætlanini er at økið skal kunna brúkast til ymisk hátíðarhald ella bara til eitthvørt tiltak, sum er í býnum. Eitt nú verður hugsað um, at smáar búðir sum kunnu flytast kring um í býnum skulu byggjast, soleiðis at hesar kunnu brúkast sum smáar sølubúðir ella leikbúðir tá tiltøk eru a býartúninum úti í Klaksvík og aðrastaðni í býnum.

Sum sæst á myndini omanfyri, so er ætlanin eisini at umskipa ferðsluna eftir økinum. Men enn er hetta bert tankar hjá toyminum. Dávur Winther sigur, at toymið arbeiðir víðari við ætlanini, og ein treyt fyri at hetta kann gerast veruleiki, er at fígging fæst til uppskotið. Hugsað verður eisini um eitt nú at fáa tilevningina av búðunum inn undir undirvísingina hjá Tekniska Skúla, soleiðis at næmingarnir kanska gjørdu tríggjar búðir á hvørjum ári, men sum sagt eru hetta bert hugsanir enn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ